Roknskapur: Á ársaðalfundi hósdagin 25. mars kunngjørdi Føroya Tele roknskapin fyri alt samtakið í 2020. Úrslitið gjørdist góðar 31 milliónir krónur eftir skatt, og eigarin, sum er Føroya Landsstýri, fær 32 milliónir krónur í vinningsbýti.
Síðani 1998, tá ið Føroya Tele varð skipað sum eitt partafelag, hevur eigarin, Føroya Landsstýri, fingið í alt 375 milliónir krónur í vinningsbýti, og sum partafelag hevur Føroya Tele higartil gjørt íløgur í materiella og immateriella støðisogn fyri yvir 2,8 milliardir krónur. Í 2020 vórðu vinningsbýtið og íløgurnar ávikavist 32 milliónir krónur og 131 milliónir krónur.
Áðrenn skatt varð úrslitið slakar 38 milliónir krónur. Sammett við árið fyri er úrslitið eftir skatt góðar 2 milliónir krónur lægri. Úrslitið er merkt av øktum rakstrarkostnaði, sum í stóran mun stavar frá umvælingum av millumoyggjasjókaðlum, ið fingu skaða av illveðri í fyrsta ársfjórðingi.
“Virksemið og úrslitið stuðla aðalmálinum í samtakinum og vísa, at vit ganga á odda í framburðinum, sum vit merkja í samfelagnum. Korona setti dám á samtakið í 2020, men vit hava dugnalig og djørv starvsfólk, sum tóku ábyrgd og tryggjaðu framburð, so at virksemið og raksturin kundu halda fram, hóast korona vendi heimin á ranguna”.
Jan Ziskasen, samtaksstjóri
Eitt ár við stórum íløgum
Í 2020 gjørdi samtakið íløgur fyri 131 milliónir krónur, og íløgurnar koma framburðinum í samfelagnum til góðar. Stórar íløgur vórðu gjørdar í verkætlanina, sum hevur til endamáls at breiða fipur út kring allar Føroyar. Talan er um langtíðarætlan, ið tryggjar, at føroyingar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og mest útbreidda internetið í øllum heiminum.
Nýggjar sendistøðir, stórar kundaloysnir og tunnilsdagføringar myndaðu arbeiðið at náa málinum um at veita eitt farnet við 100% landafrøðiligum dekningi. Á hvørjum ári verður farnetið neyvstillað og ment, so tað er í samljóði við vaksandi tørvin um dekning í hvørjum króki; eisini í gilum og dølum, upp á hægstu tindar og inn í stórar bygningar, sum eru gjørdir av glasi, stáli og betongi.
“Síðani 2015, tá ið alt farnetið varð skift út, og 4G varð lagt omaná, hava vit gjørt íløgur í farnetið fyri áleið 80 milliónir krónur. Vit miða eftir at veita eitt farnet við 100% landafrøðiligum dekningi, og vit eru væl á veg, hóast landafrøðiligu viðurskiftini eru avbjóðandi”.
Jan Ziskasen, samtaksstjóri
Økt virksemi uttanlands
Føroya Tele arbeiðir miðvíst við at økja inntøkugrundarlagið við at vinna kundar uttanlands. Í 2020 fór arbeiðið í gongd við at leggja 220 kilometra langa sjókaðalin, ið hevur fingið heitið HRONN. Sjókaðalin gongur millum høvuðsskrivstovuna hjá Total í Esbjerg og Halfdan-oljuøkið í danska partinum av Norðsjónum. Hóast koronu varð arbeiðið liðugt og handað Total í november 2020.
Løgreglan fekk KIMA
Tá ið Føroya Tele á vári 2019 vann útboð hjá Ríkispolitinum at veita Føroya Politi nýggja samskiftisskipan, valdi Føroya Tele at byggja skipanina oman á landsumfatandi farnetið – ein slóðbrótandi loysn í heimshøpi. Skipanin, sum hevur fingið heitið KIMA, ber bráð av miðvísum arbeiði og er gott dømi um samstarv, ið riggar, tá ið partar við lyklastøðum finna felagsstevið og saman skapa spennandi og slóðbrótandi úrslit.
“KIMA varð sett í rakstur og handað løgregluni í desember 2020 og fylgir “Mission Critical Push-to-Talk”-trygdarkrøvum. Skipanin er ment í samstarvi við Ericsson og hevur allar hentleikar, tá ið tørvur er á títtum, stuttum og tryggum samskifti”.
Jan Ziskasen, samtaksstjóri
Nevndin heldur fram
Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ikki gjørt broytingar í nevndini í ár.
Bjarni Arnason, Johnni M. Poulsen, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen vórðu sostatt afturvald á aðalfundinum. Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir eru Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Finnbjørn Simonsen.
Nevndin hevur skipað seg við Bjarna Arnason sum formanni og Johnni M. Poulsen sum næstformanni.
Frágreiðingar