DATAHALD

Tráðleyst og flúgvandi skjótt 5G-internet

Les meira

Ver Fleks

Fult frælsi at fleksa á netinum, tá ið tær lystir? Ver Fleks er fleksibult farbreiðband, sum er einfalt at tendra í summarhúsinum, bátinum og húsvogninum ella har, tú ert á ferð. Tú stýrir haldinum inni á Mítt Ver. Nær tað tendrar, og nær tað sløknar, og aftur fyri rindar tú fast mánaðargjald upp á 25 krónur og dagsgjald upp á 20 krónur í tíðarskeiðnum, haldið er tendrað.

LEIGA BeinarA

Nú er ikki neyðugt at keypa beinara til farbreiðband. Við 5G-interneti fylgir leigubeinari við. Til Ver Fleks ber til at leiga, tá ið tú bíleggur hald. Vel hald niðan fyri og set flugubein í “leiga beinara”. Beinarin kostar 57 krónur um mánaðin at leiga og er av slagnum Zowee 5G CPE Pro 5.

Vel hald

5G-internet

Vert at vita um farbreiðband
Ferðin er treytað av kapasiteti á farnetinum og umstøðum á staðnum – so sum byggitilfar og orkusparandi vindeygu vm. Fyri at fáa fullan ágóða er umráðandi at seta beinaran innandura, so at hann helst peikar móti einari farnetantennu hjá Føroya Tele. Skrulla og les meira um alt, sum er vert at vita.

Viðskiftatreytir > Privatlívspolitikkur >

Góð ráð

Tað er ikki nokk, at beinarin hevur góðan
dekning. Tað er eisini neyðugt at tryggja sær
gott samband innandura. 

Beinari er Louis Poulsen

Ok, í bókstavligari merking er beinari ikki lampa frá Louis Poulsen, men tað ber altíð til at ímynda sær tað. Vit skilja ómetaliga væl, at tú vilt krógva hann í skápum ella aftan fyri møblum, men tað er ikki gott hugskot.

Beinari hevur avmarkaðan dekning eins og onnur tráðleys tól, og tískil hevur tað stóran týdning, at hann stendur frammi.

Set hann tískil ovarlaga mitt í húsinum, so hann hevur fría atgongd til nærum hvørt rúm í húsinum. Er talan um stór hús, viðmæla vit, at tú ognar tær forsterkarar fyri at styrkja um internetið í øllum húsinum.

Beinari hevur nógvar fíggindar

Berjist tú móti svikaligum internetdekningi? Størsti fíggindin er aloftast vanlig hvønndagsting og byggitilfar. Gev tær tískil far um, hvar beinarin stendur í mun til sjónvarp, hátalarar og onnur tól.

Hesi skulu standa í minsta lagi ein metur frá beinaranum. Hevur tú trupult við at finna útav, hvørji tól ávirka internetið, kanst tú flyta tey eitt og eitt burtur frá beinaranum og vita, um sambandið batnar.

Byggitilfar órógvar sambandinum at treingja seg fram. Tak hædd fyri glas, metal, betong, aluminium og bjálving.

Haldið er tín motorvegur

Talið á tólum er nógv vaksið, tí vit brúka internetið á snildfonum, teldum, teldlum og sjónvørpum, og vit gera nærum alt á internetinum. Tað er sostatt neyðugt, at tú tekur hædd fyri haldinum, tú hevur.

Tað er sjálvandi ymiskt, hvat ið tænastur á internetinum, appir og annað brúkar av plássi, men hevur tú ikki nokk av plássi, kanst tú fáa svikaligt internetsamband. Set eitt roknistykki upp.

Hvat brúka tit internetið til? Hvussu nógv eru tit? Hava tit telduspælarar í húsinum? Brúka tit stroymingtænastur so sum Netflix? Gera tit fleiri av hesum tingum í senn?

Útgerð er ikki neyðloysn

Her er eingin millumvegur. Ikki ganga upp á kompromis við útgerðina. Hevur tú gamlan beinara, er tað gott hugskot – nei, neyðugt – at skifta beinaran út við nýggjastu tøknina.

Beinarar, sum t.d. virka á 5Ghz-bandinum, eru skjótari og verða minni ávirkaðir av øðrum tólum. Alt samantikið. Fá tær ein beinara, sum stuðlar WiFi 5 ella WiFi 6 og ogna tær forsterkarar, sum betra um sambandið í húsinum.

Skrulla niður á hesi síðu og síggj, hvørjar beinarar vit selja. Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara á tel. 808080 og support@ft.fo.