
Leys størv


Fíggjarfrøðingur til Føroya Tele
Hevur tú góð analytisk evni og áhuga fyri fíggjarstýring? Trívist tú við at greina tøl og gera greiðar niðurstøður, sum kunnu brúkast í strategiskum avgerðum? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Sjálvboðin umsókn
Fólkið er hjartaslátturin hjá Føroya Tele, og tí vilja vit altíð frætta frá fólki, sum hava eitt brennandi ynski um at skapa sær eitt navn í fyritøkuni. Skulu vit ganga á odda í føroyska framburðinum, so krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg til ein heim í støðugari broyting. Lat hugin fremja verkið.
Send okkum eina sjálvbodna umsókn, tí so ert tú longu væl á veg. Sjálvbodnar umsóknir kunnu sendast umvegis leinkið niðanfyri. Tá tú sendir okkum eina sjálvboðna umsókn, góðtekur tú, at vit goyma tínar upplýsingar í 12 mánaðir.
Tá ið tú sendir okkum eina sjálvbodna umsókn, leggja vit stóran dent á, at umsóknin myndar teg sum tann persónin, tú ert. Minst tí til tann persónliga vinkulin umframt at upplýsa, hvørja útbúgving tú hevur, hvørjar royndir tú hevur, og hvat títt áhugaøki er. Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Send sjálvbodna umsókn her.