sona+
Eitt lítið pluss í gerandisdegnum
sona appin hevur nakað til øll. sona+ hevur eitt sindur meira.
Eitt lítið pluss í gerandisdegnum – til tín, sum er kundi hjá Føroya Tele.
sona+ tilboð
Soleiðis kemur tú í gongd

Dagfør ella tak sona appina niður
Eitt lítið pluss til okkara trúføstu kundar goymir seg í sona appini. Tak appina niður á tína eind ella dagfør hana fyri at koma í gongd á sona+.



Rita inn við Samleikanum
Tú brúkar Samleikan at vátta títt hald á sona appini. Hetta er neyðugt fyri at tryggja tær atgongd til sona+, sum hevur ágóðar til Føroya Tele kundar.
Samleikin er eitt trygt og gott amboð, og við Samleikanum eru tínar dátur altíð í tryggum hondum.
Hevur tú ikki Samleikan, kanst tú skráseta teg her.

Bert til Føroya Tele kundar
sona+ er einans tøkt hjá privat- og vinnukundum við mánaðarligum fartelefonhaldi hjá Føroya Tele.
Hevur tú hald hjá øðrum fjarskiftisveitara, kanst tú ikki brúka tænastuna.
Aldursmarkið fyri at nýta Samleikan er 13 ár, og tí er sama aldursmark á sona+.
Hevur tú ikki hald frá Føroya Tele? Tað er skjótt og lætt at skifta.
Ofta settir spurningar
Nei, tænastan kostar einki eyka. Talan er um ein ágóða, sum kundar fáa fyri trúfesti, og sum kann gera gerandisdagin lættari og eitt sindur stuttligari.
Trygdin hevur fremstu raðfesting í øllum, sum Føroya Tele ger. Samleikin hjá Talgildu Føroyum er ein kend og góð loysn, ið veitir trygd fyri, at tínar dátur eru í góðum hondum.
Vit nýta Samleikan at vátta, at tú hevur hald hjá Føroya Tele, og harvið kanst fáa atgongd til ágóðarnar.
Privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele við mánaðarligum fartelefonhaldi kunnu brúka tænastuna og fáa ágóðar.
Aldursmarkið fyri at nýta Samleikan 13 ár, og tí er sama aldursmark á nýggju tænastuni á Sona appini.
Hevur tú hald hjá øðrum fjarskiftisveitara, kanst tú ikki brúka tænastuna.
Ja, vinnukundar kunnu brúka sona+ á sona appini, júst sum aðrir kundar.
Tað er týdningarmikið, at tú bíðar við at sveipa á appini, til tú ert við kassan, tí virðisseðlar eru einans virknir í 5 minuttir. Um tú av óvart sveipar ov tíðliga, kanst tú ringja til Føroya Tele á 808080.
Um tú hevur fleiri telefonnummur og ynskir at knýta eitt annað nummar at tínum brúkara, kanst tú venda tær til kundatænastuna við at ringja á telefon 808080.
