Dátuvernd

Viðgerð av persónsupplýsingum

Føroya Tele samtakið (FT) savnar inn og viðger persónsupplýsingar gjøgnum okkara tænastur. Í tí sambandi halda vit galdandi lóggávu, undir hesum nýggju Dátuverndarlógina galdandi frá 1. januar 2021. Her hava vit savnað kunning um, hvussu vit liva upp til lóggávuna. 

Dátuábyrgdari 
Tá vit viðgera persónsupplýsingar kunnu vit hava tveir leiklutir. Vit kunnu vera dátuábyrgdari ella dátuviðgeri.
FT er sum oftast dátuábyrgdari, sum merkir, at vit hava tí yvirskipaðu ábyrgdina av bert at viðgera tær persónsupplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita vørur og tænastur til okkara kundar.
At vit eru dátuábyrgdari merkir eisini, at tað eru vit sum standa til svars fyri, at persónsupplýsingar verða viðgjørdar á ein tryggan hátt, at tann skrásetti kann fáa innlit í tær viðgjørdu persónsupplýsingarnar og at persónsupplýsingar verða strikaðar, tá tær ikki eru neyðugar fyri, at vit kunnu veita vøruna ella tænastuna.

Okkara viðger av persónsupplýsingum og harvið okkara leiklutur sum dátuábyrgdari, er lýstur meira nágreiniliga í okkara privatlívspolitikki.

Dátuviðgeri
Í einstøkum førum er FT dátuviðgeri. Tað eru vit t.d. tá tað snýr seg um dátugoymslu, og har veitingin stendur í at goyma dátur fyri okkara kundar. Fevnt av hesum er sostatt t.d. tænastur sum handfara teldupostkassan hjá kundum.

Í hesum yvirlitinum sæst hvørji produkt, sum krevja eina dátuviðgeraravtalu.

Fyri at gera tað lætt fyri okkara kundar, innarbeiða vit tær neyðugu dátuviðgeraravtalurnar í okkara treytir. Tí koma okkara kundar, sum hava tørv á eini dátuviðgeraravtalu, at móttaka eina tílíka gjøgnum dagføring av treytunum.  

Lutabýti millum ávikavist dátuábyrgdara og dátuviðgera 

Ein dátuábyrgdari avger: 

  • Hvørjar persónsupplýsingar skulu viðgerast 
  • Hvat rættargrundarlag viðgerðin skal grundast á 
  • Hvat endamál viðgerðin hevur 
  • Hvørjar persónar upplýsingarnar snúgva seg um 
  • Hvør skal móttaka upplýsingarnar 
  • Hvørt um áheitanir frá skrásetta viðvíkjandi rættindum verða gingnar á møti og í hvønn mun 
  • Hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast 
  • Hvørjir triðjapartar kunnu fáa atgongd til persónsupplýsingarnar 

Ein dátuviðgeri avger: 

  • Hvørjar kt-skipanir ella hættir verða brúktir í viðgerðini av persónsupplýsingum 
  • Hvussu og hvar persónsupplýsingarnar verða goymdir 
  • Hvørji tøknilig og bygnaðarlig trygdartiltøk skulu setast í verk 
  • Hvussu persónsupplýsingar verða savnaðir inn 
  • Hvussu persónsupplýsingar verða sendir víðari til triðjapartar 
  • Hvørjar mannagongdir skulu gjøgnumgangast fyri at strika persónsupplýsingarnar innan freistina 
  • Hvussu undirdátuviðgerar skulu góðskuskoðast 

Tíni rættindi
Dátuverndarlógin gevur tær nøkur rættindi í mun til persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Hesi rættindi fevna m.a. um:  

  • Rættin at fáa innlit í tínar persónsupplýsingar 
  • Rættin av fáa kunning um viðgerðina av tínum persónsupplýsingum 
  • Rættin til at fáa skeivar persónsupplýsingar rættaðar 
  • Rættin til at fáa sínar persónsupplýsingar strikaðar 
  • Rættin til at mótmæla at persónsupplýsingar verða brúktar til beinleiðis marknaðarføring 
  • Rættin til at mótmæla automatiskum individuellum avgerðum, undir hesum profilering 
  • Rættin til at flyta tínar persónsupplýsingar

Áheitan um innlit og onnur rættindi
Ynskir tú at gera brúk av omanfyristandandi rættindum, skalt tú útfylla eitt oyðublað og senda okkum hetta.
Allar áheitanir hava eina viðgerðartíð á upp til 30 dagar.
Áheitanir um innlit og áheitanir viðvíkjandi øðrum rættindum skulu sendast til dpo@ft.fo.  

Tá søkt verður um innlit, verður samleikaprógv kravt umframt váttan frá løgfrøðiliga eigaranum, um tú t.d. ert í starvi hjá kunda hjá FT, um at tú ert brúkari av haldinum. Ert tú í starvi hjá kunda hjá FT, skal áheitanin tí eisini váttast av løgfrøðiliga eigaranum av haldinum.  

Ynskir tú at søkja um innlit vegna ein annan persón, so krevst fulltrú frá tí skrásetta.

Veitarar og samstarvsfelagar
Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar, tá hesir umboða okkara veitarar og samstarvsfelagar og viðgerðin tekur støði í okkara heimilaða áhugamáli í at fáa nýggjar samstarvsfelagar, vinna nýggjar marknaðir og at liva upp til sáttmálakrøv. 

FT hevur tilnevnt dátuverndarfólk
Hevur tú spurningar til handfaringina av persónsupplýsingum á FT ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk, Finnbjørn Simonsen á dpo@ft.fo.