

Góðkent Appleverkstað
Umvælingar, sum eru góðkendar av Apple, verða gjørdar av álítandi serfrøðingum, sum brúka upprunaligar Applelutir. Teir eru snillingar, vit eru góðkent Appleverkstað, og saman kenna vit Apple út í æsir. Hvat kunnu vit umvæla fyri teg?
Umvælingar
Vel tól og fá kunning um prísir og annað.
Hvussu bíleggi eg tíð?
Far í eina av Telebúðunum og lat tólið inn. Gev gætur, at í august mánaða er avmarkað tænasta á verkstaðnum, so longri avgreiðslutíð kann koma fyri. Spyr um avgreiðslutíðir í Telebúðini.
Áðrenn tólið verður latið inn
Syrg fyri at taka avrit av øllum innihaldi; so sum myndir, skjøl og annað. Sløkk funkuna “Find min (enhed) – sí vegleiðing her. Hav keypskvittan við, um tólið er eldri enn eitt ár, og um tú heldur, at brekið ikki er orsakað av fysiskum skaða; so sum stoyti, vætuskaða við meira. Umvælingartíðin er ymisk alt eftir, hvat brekið er. Hetta fært tú nærri kunning um í Telebúðini, tá ið tú letur tólið inn.





