IoT

Snildar loysnir, sum gagna okkum øllum

IoT er veruleiki

Tøkni og talgilding gevur nýggjar møguleikar. IoT knýtir teg nærri at tólum, eindum og maskinum, og tað slóðar fyri snildum mannagongdum og lættari innsavning av data, sum gevur bæði tær, kundum og samfelagnum sum heild stórt virði.

Altjóða kanningar vísa, at fleiri enn níggju milliardir tól eru knýtt í internetið í dag, og í tráð við, at alsamt fleiri tól verða knýtt í internetið, og at útgerð og samband støðugt verður bíligari, betri og skjótari, verður IoT eisini viðkomandi í enn og fleiri samanhangum.

Vit veita støðugt og skjótt samband til dataflutning, og vit veita atgongd til pallar og ritbúnað, so at tú kanst gagnnýta IoT-møguleikarnar. Set teg í samband við okkum, so vit í felag kunnu kava niður í IoT-dýpið og finna útav, hvussu tú fært gagnnýtt IoT-tøknina til fulnar og til frama fyri snildum loysnum.

Loysnir til allar fyritøkur

Vit arbeiða saman við bæði almennum og privatum fyritøkum umframt leiðandi framleiðarum fyri at trýsta IoT-menningina fram. Millum annað samstarva vit við kommunur, privatar og almennar fyritøkur um loysnir, sum eru til gagns fyri okkum øll.

Endamálið er at knýta hesi nærri at tólum, amboðum og maskinum, so at tey kunnu savna data inn til frama fyri at fáa innlit og hava eftirlit. Til dømis kunnu nevnast bussleiðir, luftgóðskumátarar og GPS-sensorar á ymiskum maskinum. 

Spora

Spora er GPS-produkt, sum knýtir teg nærri at ymiskum lutum í gerandisdegnum. Við Spora kanst tú eitt nú hava eftirlit við seyði, bilum og bátum og fylgja teimum á fartelefonini og telduni.

Tólnet

Tólnet er backend-skipanin. Hon er skræddaraseymað til tín tørv og tryggjar, at tú kanst hava eftirlit við og greina data og alt tað, sum IoT-tólini máta.

Tøkni

IoT-tøkni kann brúkast til nærum alt – eitt nú bussar, bilar og bátar. Til dømis á Sona hjálpir IoT-tøkni tær at síggja bussar live.

Hald

IoT-haldini eru til tól, sum brúka lítið data og nógv upload. IoT-haldini eru væl egnað til GPS’arar í bilum, á seyði, á sensorum og í vakmyndatólum, sum skulu savna data inn. Er endamálið at knýta IoT-tól at skipanum, sum savna data inn, er hetta gjørligt fyri ein eykakostnað.

Vel millum 3 hald: 

NavnLítiðMiðalStórt
Data600MB 2GB 2TB 

Tilhoyr

FXIPFøst IP-adressa 
Mítt net APN (kundin brúkar av ip blokkinum hann hevur) 
TólnetUm ein velur at knýta eina eind til okkara backend
SPORAUm ein velur at knýta ein eind til GPS skipanina hjá okkum

Samband

Jesper Markling

IoT-verkætlanarleiðari
Produktdeildin

Rúni Nolsøe

Deildarleiðari │ Vinnudeildin
Vinnudeildin