WiFi-tala

Betri samband

Ring ella smsa hóast tú ikki er á farnetinum.

Lætt at tendra 

Tænastan er løtt at tendra á telefonini. 

Hvat er WiFi-tala?

WiFi-tala, sum er stytting fyri Voice over WiFi, gevur tær møguleika at ringja og smsa gjøgnum breiðbandið (WiFi-sambandið). Tað merkir, at tær ikki nýtist at hugsa um, hvussu gott fartelefonsambandið er, tí fartelefonin brúkar WiFi-sambandið at ringja við, um onki fartelefonsamband er. Gev gætur, at góðskan á WiFi-sambandinum ávirkar góðskuna á WiFi-taluni.

Fyrimunir av WiFi-talU

Um tú til dømis ert umborð á einum skipi, har onki fartelefonsamband er, kanst tú bæði ringja og smsa, um skipið hevur WiFi-samband. Eisini, um tú ert í einum kjallara ella bygningi við tjúkkum betongveggjum, har fartelefonsambandið ikki er nøktandi, ber til at ringja og smsa umvegis WiFi-sambandi.  

Gev gætur!

Góðskan á WiFi-sambandinum er avgerandi fyri góðskuna á WiFi-talu tænastuni. Tað merkir, um tú hevur trupulleikar við WiFi-sambandinum, ella sambandið er óstøðugt, ávirkar hetta WiFi-taluna.

WiFi-talu tænastan er treytað av, at fartelefonhaldið hevur tænastuna, at telefonin kann WiFi-talu, og at tænastan er tendrað á telefonini.  

Fyri at tendra WiFi-talu, skal telefonin hava VoLTE

Er telefonin
WiFi-talu klár?

APPLE
iPhone 15
iPhone 15 Plus
iPhone 15 Pro
iPhone 15 Pro Max
iPhone 14
iPhone 14 Plus
iPhone 14 Pro
iPhone 14 Pro Max
iPhone 13
iPhone 13 mini
iPhone 13 Pro
iPhone 13 Pro Max
iPhone 12
iPhone 12 mini
iPhone 12 Pro
iPhone 12 Pro Max
iPhone 11
iPhone 11 Pro
iPhone 11 Pro Max
iPhone SE
iPhone X
iPhone XR
iPhone XS
iPhone XS Max
iPhone 8
iPhone 8 Plus
iPhone 7 (iOS 15.4 >)
iPhone 7 Plus (iOS 15.4 >)
iPhone 6
iPhone 6 Plus
iPhone 6S
iPhone 6S Plus
SAMSUNG

Galaxy Flip 5
Galaxy Fold 5
Galaxy S24
Galaxy S24+
Galaxy S24 Ultra
Galaxy S23
Galaxy S23+
Galaxy S23 Ultra
Galaxy S22
Galaxy S22+
Galaxy S22 Ultra

XIAOMI

Xiaomi 12
Xiaomi N16
Xiaomi M12

Vel mobilnetværk

Vel stillingar til data 

Vel talu og data

Tendra Wi-Fi-opkald 

1. Far inn á “Settings/Indstillinger”

2. Trýst á “Connections/Forbindelse”

3. Tendra “Wi-Fi Calling”

4. Trýst á “Wi-Fi Calling”

5. Trýst á “Calling Preference” 

6. Trygg tær at “Mobile network preferred” er valgt.


Hevur tú Samsung S22 og
hevur dagført til nýggjastu sofware-versjónina,
er WiFi-tala sjálvvirkandi tendrað á telefonini.

1. Trýst á “Indstillinger” (Settings) 

2. Vel “SIM-kort” (SIM-card) 

3. Trýst á “Netværkspræferencer” (Network Preferences)

4. Vel “Foretræk Wi-Fi” (Prefer WiFi)   

*Um WiFi-tala ikki er tøkt á telefonini, set teg í samband við supportina á telefon 808080.

Ofta spurdir spurningar

Fá svar upp á spurningin, áðrenn tú spyrt okkum

Hvussu nógv kostar WiFi-tala? 

WiFi-tala er íroknað Vinnu og Ver-hald við íroknaðum data. 

Er sms ókeypis á WiFi-talu?

Ja, sms yvir WiFi-talu eru ókeypis á Vinnu- og Ver-haldum við íroknaðum data.

Kann eg móttaka og senda sms? 

Ja, um tú hevur eitt Vinnu- ella Ver-hald við íroknaðum data. 

Skal móttakarin eisini hava WiFi-talu, fyri at tað skal rigga? 

Nei. Tað er ikki neyðugt hjá móttakaranum at hava WiFi-talu, fyri at tú kanst brúka WiFi-talu. 

Hvat hendur um eg fari út, ímeðan eg tosi í telefon? 

Um 4G/5G-samband er uttanfyri bygningin, skiftir telefonin sjálvvirkandi frá WiFi-talu sambandinum til 4G/5G-samband. Um tað bert er 3G-samband uttanfyri, verður samtalan avbrotin, tá ið tú fert út, og tú mást ringja uppaftur. 

Mín telefon hevur WiFi-talu (VoWiFi), men hví riggar tað ikki? 

Tað er týdningarmikið, at telefonin er dagførd til nýggjastu software-versjónina. Tað er eisini møguligt, at veitarin av telefonini ikki hevur góðkent tøknina enn. Um tú hevur trupulleikar við WiFi-talu, ert tú vælkomin at ringja til okkara. 

Kann eg ringja 112? 

Ja, tænastan riggar at ringja til 112. 

Kann eg brúka WiFi-talu uttanlanda? 

WiFi-tala riggar á øllum tráðleysum netum, undantikið á netum, ið ikki loyva WiFi-talu. Hetta kann vera ymiskt frá stað til stað.