
Keypstreytir
Gjaldshættir
Møguleiki er at gjalda beinleiðis við gjaldskorti:
Dankort, DK/VISA, VISA ella Mastercard.
Tað einasta, ið krevst, er, at tygum tasta inn kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur saman við tygara bílegging hjá ft.fo. Harvið loyvir tú ft.fo at taka upphæddina av tygara konto. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnini er bronglað (krypterað), soleiðis at hvørki Føroya Tele ella nakar annar hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsningum.
Bankaflyting
Ein flyting gjøgnum peningastovn kann gerast. Vinarliga flytið peningin á konto okkara í Betri Banka, kontonr. 9181 – 451.089.7.
Fráboðan verður send við e-mail, nær og hvussu nógv skal flytast, tá ið vøran er klár til at senda.
Aftaná gjaldsdag verður renta roknað. Renta pr. mðr.: 2%
Flutningur
Føroya Tele skipar fyri ókeypis flutningi, tvs. at vøran verður antin flutt við Posta ella við at Føroya Tele koyrir út.
Reklamatión
Brúkarakeyp
Tá talan er um brúkarakeyp (t.e. tá ið kundin er privatpersónur), hevur kundin 2 ár reklamatiónsfreist frá móttøkudegnum.
Kundin skal tá boða Føroya Tele frá uttan óneyðugt drál. Er reklamerað innan 2 mánaðir eftir at mangulin er funnin, verður hetta mett at verða rættstundis.
Handilskeyp
Tá ið talan er um handilskeyp, (t.e. keyp, har kundin er vinnurekandi), er reklamatiónsfreistin 1 ár
Kundin hevur skyldu at boða frá beinanvegin og annars uttan óneyðugt drál, um hann meinar, at feilur ella mangul er við tí keypta –eisini um kundin átti at havt varnast feilin ella mangulin.
Verður ikki boðað frá beinanvegin og innanfyri galdandi freistir missur kundin rættin at gera mangulin galdandi.
Missur av reklamatiónsrætti
Heldur kundin seg ikki til ásettu reklamatiónsfreistirnar, fellur rætturin at klaga burtur.
Rættindi við feilum og manglum
Verða feilir ella manglar staðfestir við eini vøru, hevur kundin rætt til at fáa
- eina nýggja og samsvarandi vøru í staðin fyri hana, sum klagað um, ella
- vøruna umvælda.
Tað er Føroya Tele, sum avgerð, um vøran verður umvæld ella um ein nýggj, samsvarandi vøra verður latin í staðin. Somuleiðis er tað Føroya Tele, sum ger av, um talan er um ein slíkan feil ella mangul, sum gevur keypara rætt til antin nýggja vøru ella umvæling.
Føroya Tele kann ikki ábyrgdast fyri óbeinleiðis missi, so sum mista inntøku ella aðrar útreiðslur, sum koma av feili ella mangli.
Umbýtingarrættur
Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran ikki er pakkað út /er í upprunapakkitilfari. Kundin skal sjálvur syrgja fyri / rinda fyri at fáa vøruna aftur til Føroya Tele.
