SkíggjaSunn

Vit hjálpa tær at kobla á, men skulu
eisini hjálpa tær at kobla úr.

Telefonin er eitt fantastiskt amboð, men ovurnýtsla ávirkar heilsuna – serliga hjá børnum og ungum. Tí hava vit savnað nøkur SkíggjaSunn ráð, sum kunnu hjálpa okkum til sunnari skíggjavanar og geva meira pláss til lívið uttan fyri skíggjan.

91% hava telefonina við í song,
og 64% kanna hana um náttina.

73% nýta skíggjan meira,
enn tey høvdu ynskt.

61% kundu hugsað sær meira
sosiala samveru.

Kelda: Spyr-kanning 2025 hjá Betri Trygging

FIMM GÓÐ SKÍGGJARÁÐ

Tað snýr seg ikki um at leggja telefonina heilt frá sær, men um at finna betri javnvág.

1. Sløkk óneyðugar fráboðanir
2. Ver til staðar, tá tú ert saman við øðrum
3. Lat telefonina sova í einum øðrum rúmi
4. Byrja dagin uttan telefon
5. Fá tær one-sec appina – les meira her.

Tak one-sec appina niður í App Store ella Google Play.

Skíggjar ávirka svøvnin

Ov lítið av svøvni kann gera okkum móð, ótolin, strongd og kedd. Áhaldandi svøvntrot kann hava neiligar avleiðingar fyri heilsuna.

Bláa ljósið frá skíggjum kann ávirka framleiðsluna av melatonini – hormonið, sum hjálpir kroppinum at fyrireika seg at sovna. Tí kann tað vera skilagott at leggja telefonina frá sær eina løtu, áðrenn tú fert í song.

Skift til gult ljós á telefonini. Tú kanst tendra kvøldstilling (Night Shift) sjálvvirkandi, so ljósið verður gult – og harvið ikki ávirkar svøvnin.

Soleiðis tendrar tú kvøldarstilling á telefonini:

1. Trýst á ‘Indstillinger’
2. Trýst á ‘Skærm og lysstyrke’
3. Trýst á ‘Night Shift’
4. Vel tíð á samdøgrinum.

Viðmælt verður at tendra kvøldarstilling 2 tímar áðrenn, tú vanliga fert í song.

Heilin fær ikki frið, tá vit skrolla

Vit kenna tað øll. Vit taka telefonina fram, leggja okkum afturá og skrolla eina løtu fyri at slappa av. Men hóast vit halda, at vit kobla úr, er heilin als ikki farin í hvílustøðu. Tvørturímóti.

Heilin fær ov lítið frið
Um vit brúka ov nógva tíð framman fyri skíggjanum, kann tað gera okkum mentalt troytt og ávirka okkara vælveru. Vit kunnu millum annað uppliva:

  • Heilamøði og mentala møði.
  • Trupulleikar við at hugsavna okkum.
  • At tað verður truplari at hugsa klárt og taka avgerðir.
  • Óró, irritatión og kensluliga strongd.

Børn eru serliga viðbrekin
Heilin hjá børnum er enn í menning, og tí er tað serliga umráðandi, at hann fær frið og tíð til annað enn skíggjar. Ov nógv skíggjanýtsla kann ganga út yvir svøvn, hugsavnan og læring.

Vit kenna enn ikki allar langtíðaravleiðingarnar av tí nógvu skíggjanýtsluni. Men vit vita, at heilin hevur tørv á steðgum – eisini tá vit halda, at vit slappa av.

TRÝ GÓÐ RÁÐ TIL FORELDUR

Sum foreldur hava vit ein týdningarmiklan leiklut at hjálpa børnunum at finna góðar
skíggjavanar og læra tey at ferðast trygt og kritiskt á netinum.

1. Skapa skíggjafría tíð áðrenn songartíð
2. Tosa við barnið um lívið á netinum
3. Ver ein góð fyrimynd

Eitt gott ráð til alla familjuna
Avtalið skíggjafría tíð saman – til dømis undir døgurðanum og seinasta tíman áðrenn songartíð.
Tað er lættari hjá børnunum at broyta vanar, tá tey vaksnu eisini eru við.

Fá tamarhald á skíggjatíðini

Bæði iPhone og Android hava innbygdar funkur, sum vísa tær, hvussu nógva tíð tú brúkar á telefonini, og hvørjar appir taka mest av tíðini. Tú kanst
eisini seta tíðarmørk, so telefonin hjálpir tær at leggja hana frá tær.

Sum foreldur kanst tú harumframt hjálpa barninum at fáa góðar skíggjavanar við at seta mørk fyri nýtsluna.

Set skíggjatíð á tína egnu telefon

iPhone

  1. Far í Indstillinger → Skærmtid.
  2. Hygg, hvussu nógva tíð tú brúkar á telefonini og ymisku appunum.
  3. Vel Appgrænser → Tilføj grænse.
  4. Vel appirnar og set eitt dagligt tíðarmark.

Android

  1. Far í Indstillinger → Digital balance og forældrekontrol (navnið kann vera eitt sindur øðrvísi).
  2. Hygg, hvussu nógva tíð tú brúkar á ymisku appunum.
  3. Vel Apptimere ella Appgrænser.
  4. Vel appirnar og set eitt dagligt tíðarmark.

Set skíggjatíð á telefonina hjá barninum

iPhone – við Familiedeling

    1. Far í Indstillinger → Skærmtid á tínari egnu iPhone.

    1. Vel navnið á barninum undir Familie.

    1. Set tíðarmørk fyri appir og skíggjafría tíð.

    1. Læs innstillingarnar við einari Skærmtid-kotu.

Barnið skal vera knýtt at tínari familju í Familiedeling, sí niðanfyri.


Soleiðis setur tú Familiedeling upp á iPhone

    1. Far í Indstillinger á tínari iPhone.

    1. Trýst á dit navn → Familie.

    1. Vel Tilføj medlem.

    1. Vel at stovna eina kontu til barnið ella bjóða barninum við, um tað longu hevur eina Apple-kontu.

    1. Fylg vegleiðingini á skíggjanum.

Tá barnið er lagt afturat familjuni, kanst tú fara í Indstillinger → Skærmtid og velja barnið fyri at seta tíðarmørk.

Vegleiðing til Familiedeling (á donskum). Vegleiðingin vísir bæði, hvussu tú stovnar familjuna, og hvussu tú leggur barnið afturat.

Android – við Google Family Link

  1. Tak ókeypis appina Google Family Link niður á tína telefon.
  2. Knýt Google-kontuna hjá barninum at.
  3. Vel barnið í Family Link.
  4. Far í Screen time, og set daglig tíðarmørk, mørk fyri ávísar appir og skíggjafría tíð.

Tú kanst brúka Family Link á bæði iPhone og Android, tá barnið hevur Android.