KIMA er ein nútímans samskiftisskipan frá Føroya Tele. Hon er smíðað til føroysk viðurskifti og er til tey, ið tæna og ansa eftir okkum. KIMA savnar tilbúgvingina og hevur allar hentleikar, tá ið tørvur er á títtum, stuttum og tryggum samskifti.

KIMA er eitt amboð til at kunna tosa ein-til-ein, ein-til-fleiri og fleiri-til-fleiri. Harumframt er KIMA eitt amboð til at kunna senda tekstboð, deila myndir og fílur og senda beinleiðis video frá vanlukkustøðum og serligum viðurskiftum.

KIMA byggir á 4G-netið, sum fevnir um alt landið. Farnetið hjá Føroya Tele telist millum tey bestu og mest álítandi í øllum heiminum, og hetta tryggjar, at dygdin á KIMA er í hásæti.


Hetta er

KIMA


Búmerkið

Búmerkið er evnað sum eitt skjaldur og ber ímynd av tveimum verjugarðum, har tað tó er opið inn í erva. Innanfyri verjugarðarnar er eitt lás við einum mynstri á. Lásið ímyndar, at her er talan um nakað talgilt. Eisini er altjóða heitið fyri skipanini MCPTT skrivað inni í búmerkið, soleiðis at tað er greitt, at hetta er ein Mission Critical Push-To-Talk skipan.

Navnið

Tá ið vit hoyra kirkjuklokku kima í dag, seta vit ofta hetta í samband við gudstænastu ella aðra kirkjuliga handling. Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Fyrr í tíðini kimaði kirkjuklokkan, tá ið okkurt var áfatt og eini týdningarmikil boð skuldu út til fólkið. Fólk sleptu tí, tey stóðu við, og savnaðust saman, tá ið kirkjuklokkan kimaði. Eitt dømi er stormklokkan, sum ljóðaði, tá eldsbruni ella fíggindi var í nánd. Hóast orsøkirnar kunnu vera ymiskar og hava broytt seg gjøgnum tíðina, kima vit á sama hátt við KIMA, tá ið vit hava tørv á at savna fólk. Við hesum brúka vit eitt hugtak, sum er siðbundið, hóast skipanin er alt annað enn siðbundin.


Samband

Set teg í samband við Vinnudeildina, um tú vilt vita meira um KIMA.

Rúni Nolsøe

Deildarleiðari │ Vinnudeildin
Vinnudeildin

Arnfinn Langgaard

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Eiler Rasmussen

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Fríðgerð M. Ellefsen

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin

Levi Tróndarsson Nybo

Vinnuráðgevi
Vinnudeildin