Vit eru góðkent Samsung-verkstað, og allar umvælingar, sum vit gera, eru góðkendar av Samsung. Tað merkir, at umvælingarnar verða gjørdar av álítandi serfrøðingum, sum kenna Samsung út í æsir og brúka upprunaligar Samsung-lutir. Hvat kunnu vit umvæla fyri teg?

Umvælingar

Vel røð og fá kunning um prísir og umvælingar.

Hvussu bíleggi eg tíð?

Far í eina av Telebúðunum og lat tólið inn. Gev gætur, at í august mánaða er avmarkað tænasta á verkstaðnum, so longri avgreiðslutíð kann koma fyri. Spyr um avgreiðslutíðir í Telebúðini.

Áðrenn tólið verður latið inn

Syrg fyri at taka avrit av øllum innihaldi; so sum myndir, skjøl og annað. Sløkk funkuna “Find min (enhed). Hav keypskvittan við, um tólið er eldri enn eitt ár, og um tú heldur, at brekið ikki er orsakað av fysiskum skaða; so sum stoyti, vætuskaða við meira. Umvælingartíðin er ymisk alt eftir, hvat brekið er. Hetta fært tú nærri kunning um í Telebúðini, tá ið tú letur tólið inn.