Nevnd

Bjarni Arnason

Nevndarformaður

Bjarni Arnason umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er valdur av landsstýrismanninum í lógarmálum. Hann kom í nevndina í 2020 og tók við sum nevndarformaður. Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.

Starv
Stjóri, NUMO

Útbúgving
Cand.jur. frá Københavns Universitet
Cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School

Johnni M. Poulsen

Næstformaður

Johnni M. Poulsen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er valdur av landsstýrismanninum í lógarmálum. Hann starvast sum sjálvstøðugur ráðgevi og hevur drúgvar royndir sum fíggjarstjóri og stjóri í P/F Magn frá 2007 til 2023. Johnni hevur harumframt arbeitt í norðurlendsku fjarskiftisfyritøkuni Telia frá 1996 til 2002. Hann kom í nevndina í 2016.

Starv
Sjálvstøðugur ráðgevi

Útbúgving
Cand.merc.MAC frá Copenhagen Business School

Annbritt Tummasdóttir Andersen

Nevndarlimur

Annbritt Tummasdóttir Andersen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er vald av landsstýrismanninum í lógarmálum. Annbritt hevur síðan januar 2019 starvast sum partnari hjá Momentum Consulting í Danmark og hevur frammanundan drúgvar royndir frá millum annað Amrop og Hays. Annbritt kom í nevndina í 2020 og hevur frammanundan sitið í nevndini frá 2013-2019.

Starv
Partnari, Momentum Consulting

Útbúgving
Cand.Merc.FIR frá Copenhagen Business School

Lena L. Mohr

Nevndarlimur

Lena L. Mohr umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er vald av landsstýrismanninum í lógarmálum. Lena hevur drúgvar royndir innan marknaðar- og miðlaheimin og starvast dagliga sum marknaðar- og samskiftisráðgevi á IRF. Hon kom í nevndina í 2020.

Starv
Marknaðar- og samskiftisráðgevi, IRF

Útbúgving
Cand.negot. in International business and foreign languages frá Syddansk Universitet

Ólavur Simonsen

Nevndarlimur

Ólavur Simonsen er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga er hann mennari á Føroya Tele. Ólavur hevur verið nevndarlimur síðani 2015.

Starv
Mennari, Føroya Tele

Útbúgving
M.Sc. Software Technology frá Robert Gordon University, B.Sc. Electrical Engineering frá Fróðskaparsetur Føroya

Finnbjørn Simonsen

Nevndarlimur

Finnbjørn Simonsen er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga starvast hann sum virkisráðgevi á Føroya Tele. Finnbjørn hevur verið nevndarlimur síðani 2026.

Starv
Virkisráðgevi, Føroya Tele

Útbúgving
B.Sc. in Business Administration and Information Technology frá Copenhagen Business School

Janus Djurhuus

Nevndarlimur

Janus Djurhuus er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga starvast hann sum verkætlanarleiðari hjá NET. Janus hevur verið nevndarlimur síðani 2023.

Starv
Verkætlanarleiðari, NET

Útbúgving