Nýtt net
í heimsklassa


Ger teg til reiðar

Nú seta vit ferð á arbeiðið at skifta alt farnetið út og byggja 5G omaná. Tá ið alt er skift út, tendra vit 5G fyri øllum í senn. Á hesi síðu kunna vit um alt, sum hendir næstu tíðina, tí talan er um sera umfatandi arbeiði, men tá ið alt er liðugt, er farnetið til reiðar at geva tær flúgvandi skjótt 5G.

Tíðarætlan

Kunna teg um, nær og hvar vit arbeiða, og hvørja
ávirkan arbeiðið hevur fyri fartelefonsambandið

Arbeiðið at skifta sendistøðirnar út er liðugt.
Nú verður skjótt farið undir at skifta kjarnutøknina út.

Fá kunning

Tekna teg til kunning niðan fyri og fá teldupost um ágóðar og annað við 5G.
Øll, sum tekna seg til at fáa kunning, eru við í kappingini um góðar vinningar hvønn mánað líka fram til ársskiftið.

Vinningurin hesaferð

AirPods Pro

Vinnarin verður funnin 21. november

Tekna teg til kunning

Hví kunning?

Tí talan er um stórarbeiði og nógv órógv

Hví skal eg tekna meg til kunning?

Tí so fært tú boð, tá ið vit arbeiða í tínum øki – tað er har, sum tú býrt. Samstundis fært tú eisini kunning um 5G-vørur og -tænastur, og tað er ikki lítið, tí tað einasta, sum verður øðrvísi, er alt.

Hvat merkir tað at gera klárt til 5G?

Fyri at vit kunnu bjóða 5G, skulu vit skifta alt farnetið út. Hetta er at gera klárt. Farnetútgerð stendur kring alt landið, og tað er stórarbeiði.

Hvussu leingi verður fartelefonsambandið í mínum øki órógvað?

Tað er ymiskt, men vit fyrireika arbeiðið sum best. Onkrastaðni órógva vit í tveir tímar, og í ringasta føri órógva vit í upp til 12 tímar. Órógvið er eisini ymiskt. Í flestum førum er talan um avmarkaðan innanduradekning, meðan vit arbeiða, men í nøkrum økjum eru vit noydd at sløkkja heilt fyri sambandinum fyri at gera neyðuga arbeiðið.

Fái eg 5G beinanvegin, tá ið tit hava gjørt klárt?

Nei, ikki beinanvegin. Vit skifta alt netið út fyrst, og tá ið skiftið er liðugt, fáa øll 5G í senn.

Vert at vita

Her eru 4 ting, sum eru verd at vita um 5G

Hvat er 5G?

5G er nýggjasta og skjótasta ættarlið av farneti. 5G letur dyrnar upp fyri uppaftur betri upplivingum, nýggjum møguleikum og skjótari ferð á fartelefonini. Stórur kapasitetur, høg ferð og stutt svartíð eyðkennir 5G, og hetta eru eginleikar, sum eru neyðugir fyri samfelagið, sum mennist við rúkandi ferð.

5G er nógv meira enn telefontøkni, vit kenna í dag. Á 5G verður gjørligt at binda óteljandi tól saman og lata tey samskifta hvør við annan á netinum. 5G hevur kapasitet til at handfara fleiri milliónir tól samtíðis, og tað gevur nýggjar framtíðar møguleikar í samfelagnum.

Er 5G vandamikið?

Nei, 5G er ikki vandamikið. Talan er um ikki-ioniserandi geisling, og hesum grundgeva vísindalig gransking og viðmæli frá ES og WHO fyri. Tað eru altjóða mørk fyri sendistyrki og geisling frá sendistøðum, og vit tryggja, at hesi markvirði verða hildin, tá ið 5G-netið verður útbygt.

Hvørjar fyrimunir hevur 5G?

5G hevur nógvar fyrimunir bæði nú, men eisini langt inni í framtíðini. Her eru fimm fyrimunir við 5G:

  • Ferð: 5G spreingir ferðmátaran. Frá at tosa um Mbit, fara vit at tosa um Gbit. Hægri ferð merkir, at alt verður skjótari. Við 5G verður gjørligt at heinta appir, filmar og annað tungt innihald niður á fartelefonina eftir ongari tíð.
  • Kapasitetur: At brúka internetið á fartelefonini hevur vundið upp á seg seinastu árini. Sonevnda datanýtslan hjá føroyingum er vaksandi, og hon fer framhaldandi at vaksa. Við 5G nøkta vit tørvin bæði nú og í framtíðini, tí netið hevur kapasitet at rúma 10 milliónum føroyingum.
  • Svartíð: 5G hevur ógvuliga stutta svartíð. Teoretiskt tosa um vit eitt millisekund frá tí, tú t.d. trýstir á send, og til tað, tú sendi, er móttikið í hinum endanum. Stutta svartíðin ger allan munin fyri at kunna brúka netið til framkomna tøkni.
  • Orkunýtsla: Tá ið 5G-netið er liðugt útbygt, brúkar tað umleið fimm ferðir minni orku enn 4G-netið.
  • Trygd: Av tí, at 5G hevur nógv størri kapasitet enn 4G, fer hetta at virka fyri, at trygdin og stabiliteturin á netinum gerst betri.
Er 5G betri enn 4G?

Ja, 5G er betri upp á allar mátar. Hóast 4G í Føroyum telist millum tey bestu í øllum heiminum, fara vit at merkja týðiliga broyting, tá ið tað ræður um ferð, kapasitet og svartíð. Við netútbyggingini verður alt betri.

Tíðindi:

5G frá Ericsson

Føroya Tele hevur gjørt sáttmála við altjóða fyritøkuna Ericsson um at veita 5G-tøkni til farnetið. Nýggja farnetið hevur nógv størri kapasitet, enn hægri ferð og góðsku. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og málið er at hava eitt landsumfatandi 5G í 2023.