Farbreiðband

4G-internet til summarhúsið, bátin og
húsvognin ella har, tú ert á ferð

Nýtt hald

Ver Fleks

Fult frælsi at fleksa á netinum*, tá tær lystir? Fá tær Ver Fleks, sum er fleksibult 4G-farbreiðband og einfalt at tendra í summarhúsinum, bátinum og húsvogninum ella har, tú ert á ferð. Ver Fleks lagar seg til tín, og tú stýrir, nær tað tendrar, og nær tað sløknar, og aftur fyri rindar tú fast mánaðargjald og dagsgjald í tíðarskeiðnum, haldið er tendrað.

* Vera á internetinum skiftandi tíðir

Vel hald

4G-internet

Vert at vita um farbreiðband
Ferðin er treytað av kapasiteti á farnetinum og umstøðum á staðnum – so sum byggitilfar og orkusparandi vindeygu vm. Fyri at fáa fullan ágóða er umráðandi at seta beinaran innandura, so at hann helst peikar móti einari farnetantennu hjá Føroya Tele. Skrulla og les meira um alt, sum er vert at vita.

Viðskiftatreytir > Privatlívspolitikkur >

Góð ráð

Tað er ikki nokk, at 4G-beinarin hevur góðan dekning.
Tað er eisini neyðugt at tryggja sær gott samband innandura. 

Beinari er Louis Poulsen

Ok, í bókstavligari merking er beinari ikki lampa frá Louis Poulsen, men tað ber altíð til at ímynda sær tað. Vit skilja ómetaliga væl, at tú vilt krógva hann í skápum ella aftan fyri møblum, men tað er ikki gott hugskot.

Beinari hevur avmarkaðan dekning eins og onnur tráðleys tól, og tískil hevur tað stóran týdning, at hann stendur frammi.

Set hann tískil ovarlaga mitt í húsinum, so hann hevur fría atgongd til nærum hvørt rúm í húsinum. Er talan um stór hús, viðmæla vit, at tú ognar tær forsterkarar fyri at styrkja um internetið í øllum húsinum.

Beinari hevur nógvar fíggindar

Berjist tú móti svikaligum internetdekningi? Størsti fíggindin er aloftast vanlig hvønndagsting og byggitilfar. Gev tær tískil far um, hvar beinarin stendur í mun til sjónvarp, hátalarar og onnur tól.

Hesi skulu standa í minsta lagi ein metur frá beinaranum. Hevur tú trupult við at finna útav, hvørji tól ávirka internetið, kanst tú flyta tey eitt og eitt burtur frá beinaranum og vita, um sambandið batnar.

Byggitilfar órógvar sambandinum at treingja seg fram. Tak hædd fyri glas, metal, betong, aluminium og bjálving.

Haldið er tín motorvegur

Talið á tólum er nógv vaksið, tí vit brúka internetið á snildfonum, teldum, teldlum og sjónvørpum, og vit gera nærum alt á internetinum. Tað er sostatt neyðugt, at tú tekur hædd fyri haldinum, tú hevur.

Tað er sjálvandi ymiskt, hvat ið tænastur á internetinum, appir og annað brúkar av plássi, men hevur tú ikki nokk av plássi, kanst tú fáa svikaligt internetsamband. Set eitt roknistykki upp.

Hvat brúka tit internetið til? Hvussu nógv eru tit? Hava tit telduspælarar í húsinum? Brúka tit stroymingtænastur so sum Netflix? Gera tit fleiri av hesum tingum í senn?

Útgerð er ikki neyðloysn

Her er eingin millumvegur. Ikki ganga upp á kompromis við útgerðina. Hevur tú gamlan beinara, er tað gott hugskot – nei, neyðugt – at skifta beinaran út við nýggjastu tøknina.

Beinarar, sum t.d. virka á 5Ghz-bandinum, eru skjótari og verða minni ávirkaðir av øðrum tólum. Alt samantikið. Fá tær ein beinara, sum stuðlar WiFi 5 ella WiFi 6 og ogna tær forsterkarar, sum betra um sambandið í húsinum.

Skrulla niður á hesi síðu og síggj, hvørjar beinarar vit selja. Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til okkara á tel. 808080 og support@ft.fo.

Beinarar

Keyp rætta beinaran til røttu ferðina

Huawei B535-232

Upp til 300 Mbit download
Upp til 100 Mbit upload
2.4GHz/5GHz
Setast til streym

1.999 kr.

Huawei E5785-320

Upp til 300 Mbit download
Upp til 50 Mbit upload
2.4GHz/5GHz
Tráðleysur – skal løðast upp

1.499 kr.