Keyp nýtt við
reinari samvitsku

Hevur tú tól, sum samla støv í skuffuni? Lat okkum taka ímóti tólunum og senda tey til endurnýtslu. Afturfyri ómakin og alt eftir, hvørjum standi tólini eru í, fært tú gávukort at brúka í Telebúðini.

100% DÁTUTRYGD

Tú kanst kenna teg heilt tryggan við at lata títt gamla tól inn. Øll persónlig dáta verður slettað upp á tryggan hátt.

GOTT FYRI UMHVØRVIÐ

95% av gamla tólinum kann endurnýtast. Tað, sum ikki kann endurnýtast, verður beint burtur upp á burðardyggan hátt.

SKJÓTT OG LÆTT

Tað einasta, tú skalt gera, er at vitja tína Telebúð, har sum vit standa klár at hjálpa tær og geva meting av tólinum.

Ein lýsing

Hoyr Jóan Jakku

Dømi upp á virði

  • iPhone Xs 64GB – upp til 1.094 kr.
  • Galaxy S10 Plus 128GB – upp til 928 kr.
  • iPhone 8 64GB – upp til 484 kr.
  • iPad Pro 12.9 128GB – upp til 4.043 kr.
  • Apple Watch S2 38mm – upp til 186 kr.

Soleiðis virðismeta vit >>

Soleiðis gert tú

Kanna virði

Brúka útroknaran og fá hóming av, hvat tú kanst fáa fyri títt gamla tól. Gev gætur, at prísmetingin er vegleiðandi.

Útroknari >>

Fá íblástur til nýtt

Vitja nethandilin og fá íblástur, hvat tú kanst keypa í Telebúðini. Hjá okkum finnur tú alt tað nýggjasta á marknaðinum.

Nethandil >>

Lat inn í Telebúðini

Kom inn í Telebúðina, avhenda tólið og fá nágreiniliga at vita, hvat og um tú fært nakað afturfyri. Alt ger mun.

Telebúðir >>

Soleiðis virðismeta vit

Teir 4 spurningarnir

Tendrar tólið, og verður tað verandi tendrað uttan løðara?
  • Tólið riggar at tendra og sløkkja
  • Byrjanarskíggin og uppsetingarvalmyndin koma fram
  • Tólið riggar uttan løðara
Riggar skíggin, og er hann uttan sjónligan skaða?
  • Skíggin er uttan nakað tekin um avliting (screenburn)
  • Nertiskíggin riggar heilt og fult (kanna kantarnar á skíggjanum)
  • Glasið kann vera brotið
Eru framsíðan, ramman og baksíðan í góðum standi?
  • Skíggjaglasið er uttan brot ella skarð á kantunum
  • Ramman og baksíðan eru uttan brot ella rivur
  • Ramman á tólinum er ikki bognað
  • Glasið á myndatólinum er ikki brotið
  • Tólið er í heilum líki, og eingir lutir mangla
  • Skíggin er ikki sjónliga leysur
  • Ongar týðiligar broytingar eru gjørdar
Eru allir knøttarnir á tólinum, og rigga teir?
  • Allir knøttarnir rigga og eru lættir at brúka (Home, Power, Volume og Mute) uttan at brúka alt ov nógva megi