Samfelagstilvit 2020

Samfelagsábyrgd er ein natúrligur partur av okkara gerandisdegi og er inngrógvin í samtakinum. Sum leiðandi telefyritøka eru vit tilvitaði um, at vit spæla ein stóran og týdningarmiklan leiklut í samfelagnum

Les um okkara samfelagstilvit.

Eitt hendingaríkt ár   

Í 2020 varð ódnin ofta hørð. Tað breyt í bæði borð, og nógv rumbul var í sjónum. Men tá ið av fjaraði stóð eg eftir við einari djarvari manning, ið baksaðist við stóru sjógvarnar og fekk alt at hanga saman. Meðan Føroyar slakaðu ferðina, slakaðu vit ikki av, men settu fulla ferð á motorarnar. 

Føroyar eru 18 framkomnar oyggjar staddar úti á opnum havi. Vit brúka framkomna tøkni til at knýta bond og at halda samband við hvønn annan. Í 2020 varð hetta galdandi meira enn nakrantíð. Hóast korona setti dám á arbeiðslagið, hoknaðu vit ikki undan, tá ið afturlatna samfelagið hevði tørv á okkum. Vit umskipaðu arbeiðið til frama fyri samfelagnum og kundunum. Vit tóku ikki stytstu leið, men førdu skipið trygt í havn, ímeðan vit traðkaðu nýggj fótaspor.

Vit høvdu tó meira upp á hjartað. Vit standa á tromini til eina tøkniliga kollvelting, har 5G verður byrjanin til broytingina, sum í stødd, vavi og torgreindi ikki fer at líkjast nøkrum, sum vit nakrantíð hava upplivað áður. Vit høvdu í væntu, at 5G varð liðugt rullað út í øllum landinum við árslok, men her noyddust vit at kasta akker og skifta kós. Við altjóða áhugamálum í føroyskum viðurskiftum, umframt at íløgan í 5G er stór, krevur avgerðin serlig atlit, ið verða viðgjørd skynsamt.  

Fyri okkum gjørdist 2020 eitt sjáldsamt og hendingaríkt ár. Sum samtak hava vit tó altíð framtíðina í huganum í øllum, sum vit gera. Tilvitanin og virðingin fyri samfelagnum er inngrógvið í fyritøkuni, og hetta speglast aftur í okkara virksemi í dag og ætlanirnar fyri komandi mongu árini. Í hesi frágreiðing seta vit sjóneykuna á samfelagsábyrgdina, sum er ein nátúrligur partur av okkara gerandisdegi.

 Jan Ziskasen, samtaksstjóri 

Brellbitar

Samfelagsábyrgd er nátúrligt og inngrógvið í samtakinum. Niðanfyri kanst tú lesa brellbitar úr frágreiðingini um Samfelagstilvit fyri 2020.

Umhvørvið og grønar loysnir

Les meira >

Árið skorið inn á bein

Les meira >

Korona setti ferð á fartelefonina

Les meira >

Korona broytti internetmynstrið

Les meira >

Á beinari leið móti 100%

Les meira >

Samband 187 metrar undir sjóvarmálanum

Les meira >

Samfelagstilvit frá A til Oy

Les frágreiðing 2020 >

Vilt tú vita meira?

Set teg í samband við okkum

Eva Skeel Nolsø

Marknaðar- og produktstjóri
Leiðslan, Produkt- og marknaðardeildin

Rakul Svabo Róadóttir

Starvsfólkastjóri
Leiðslan, Starvsfólkadeildin

Áki Leitisstein Hansen

Marknaðarfólk
Produkt- og marknaðardeildin