Tá ið tú keypir á Ver, stovnar tú gjaldavtalu, sum tryggjar, at tú rindar mánaðargjald fyri tænastuna, tú fært. Í gjaldavtaluni skrásetir tú gjaldkort, sum tú hevur fingið frá bankanum.
Øll gjaldkort fara fyrr ella seinni úr gildi, og tá ið tað hendir, fært tú sjálvvirkandi nýtt gjaldkort frá bankanum. Tá ið tú hevur fingið nýtt gjaldkort, mást tú tryggja, at tú skrásetir nýggja gjaldkortið, har ið gamla gjaldkortið er skrásett.
Soleiðis er eisini hjá okkum, tí við skrásetta gjaldkortinum rindar tú sjálvvirkandi fyri tænastuna á Ver hvønn mánað. Vit senda tær altíð boð, tá ið gjaldavtalan er nærum gingin út og aftur, tá ið gjaldavtalan er gingin út.
Niðanfyri er vegleiðing, hvussu tú ritar inn á sjálvgreiðsluna Mítt Ver og skrásetir nýtt gjaldkort. Harvið tryggjar tú, at tú framhaldandi kanst brúka tænastuna, tú keypir á Ver.
Gev gætur! Í tráð við, at reglurnar eru broyttar í sambandi við at nýta Dankort, Visa/Dankort og Mastercard á netinum, kunnu vit ikki hjálpa viðskiftafólkum at skráseta nýtt gjaldkort.
Orsøkin er økta trygdin, tá ið tú brúkar gjaldkort at keypa við á netinum. Øll, ið hava gjaldkort, skulu stovna eitt persónligt loyniorð og skráseta sítt telefonnummar til einnýtiskotur.
Persónliga loyniorðið stovnar tú her: nets.eu/3dsfo
Ert tú í iva, ella hevur tú trupulleikar at stovna persónliga loyniorðið, skalt tú seta teg í samband tín banka. Tá ið hesi viðurskifti eru komin í rætt lag, kanst tú skráseta nýtt gjaldkort á Ver og harvið stovna nýggja gjaldavtalu.
Fylg vegleiðingini niðan fyri fyri at stovna nýggja gjaldavtalu á Ver. Vegleiðingin er gjørd á fartelefon. Tískil kann sjálvgreiðslan síggja øðrvísi út, um tú brúkar teldu.
Vegleiðing
1
Rita inn á Mítt Ver her og trýst
á valmyndina í høgra horni.
2
Vel Gjaldsavtala í valmyndini,
sum er komin fram.
3
Trýst á Umsit fyri at broyta gjaldkort
og stovna nýggja gjaldavtalu.
4
Stovna nýggju gjaldavtalu við at
skriva allar upplýsingar á kortinum.