Árliga kundakanningin hjá okkum er farin av bakkastokki hesa vikuna. Eins og áður fáa nærum allir kundar ein teldupost frá okkum. Kanningin fevnir um nakrar fáar spurningar og tekur umleið 1-2 minuttir at svara.
Evnið á kanningini er “Navn – sig okkum tína hugsan”, og sendarin er kundi@kundakanning.ft.fo.
Øll, sum svara kanningini, eru við í lutakastinum um eina iPhone 17 ella Samsung Galaxy S26.
Freistin at svara kanningini er fríggjadagin 2. oktobur.