Skalt tú út í heim at ferðast í summar, er tað ikki bara kuffertið, sum skal vera klárt – títt fartelefonhald skal eisini vera ferðaklárt. Við eitt sindur av fyrireiking sleppur tú undan trupulleikum ella óvæntaðum útreiðslum á ferðini.
ReikaSumHeima
Minst til at kanna, um tú hevur virkjað tænastuna ReikaSumHeima. Tænastan kostar 125 kr. um mánaðan og kann tendrast og sløkkjast á Mítt FT.
eSIM-kort
Er títt eSIM-kort av eldri tøkni, kann tað órógva tænastu uttanlands. Hevur tú eitt eSIM, ið skal dagførast, hevur tú fingið SMS-boð frá okkum. Tað er týdningarmikið, at tú dagførir títt eSIM, áðrenn tú fert avstað. Les meira her.
VoLTE
Summir av okkara veitarum kring heimin hava sløkt 2G og 3G í farnetinum, og tí mugu Føroya Tele kundar hava VoLTE (sum í stuttum merkir at ringja á 4G) fyri at ringja við fartelefonini í hesum londunum. VoLTE er ein tænasta, sum er tøk fyri allar Føroya Tele kundar uttan eyka kostnað. Fyri tey allarflestu er tænastan sjálvvirkandi virkjað á fartelefonini og tað er ikki neyðugt at gera nakað. Les meira um VoLTE her.
Les fleiri góð ferðaráð her.
Hevur tú trupulleikar ella spurningar, hjálpir okkara tekniska support fegin. Supportin kann røkkast á á telefon 80 80 80.
Góða ferð.
