Hósdagin 5. november kl. 14:00 – 15:30 verður vinnutiltak í høvuðssætinum hjá Føroya Tele.
Heini Zachariassen kemur at hugleiða um, hvussu vitlíki broytir fortreytirnar fyri at reka og menna fyritøkur.
Heini Zachariassen er føroyskur íverkseti, best kendur sum ein av stovnarunum av Vivino, einari av heimsins størstu vínappum.
Áðrenn Vivino var Heini við til at stovna KT-trygdarfyritøkuna BullGuard, sum menti antivirus- og trygdarloysnir. Í 2025 fór hann undir nýggju verkætlanina Vota, ein app, har brúkarar kunnu samanbera og meta um matstovur. Tak appina niður her.
Við drúgvum royndum innan tøknimenning, íverksetan og altjóða vinnulív hevur Heini serligt innlit í, hvussu nýggj tøkni kann broyta vinnugreinar og skapa nýggjar møguleikar.
Skrá
13:30 – Dyrnar lata upp
14:00 – Vælkomin
Føroya Tele bjóðar vælkomin.
14:15 – Heini Zachariassen
Ferðin sum íverkseti.
14:30 – Sofaprát við Heina: Vinnan áðrenn og eftir vitlíki
Óluva Zachariassen er orðstýrari.
15:30–16:00 – Netverkan og ábit
Tiltakið er ókeypis. Tilmelding krevst, tí tað er avmarkað pláss.
Tað hevði glett okkum at sæð teg.
NÆR: Hósdagin 5. november kl. 14:00 – 15:30
HVAR: Klingran 3, Hoyvík