Mánadagin 15. apríl fáa viðskiftafólk hjá Føroya Tele atgongd til 5G. Tá tendrar Føroya Tele alment fyri nýggju farnettøknini, sum viðskiftafólk hava glett seg til.
“5G er ein týðandi partur av grundarlagnum undir talgilda samfelagnum. Vit síggja, at alsamt fleiri tól og tænastur verða knýtt at internetinum, og tí gleða vit okkum at tendra alment fyri 5G mánadagin 15. apríl”, sigur Símun Skaalum, stjóri á FT Samskifti.
Arbeiðið hjá Føroya Tele at skifta alt farnetið frá Huawei til Ericsson var liðugt um ársskiftið. Tá varð Nema eisini knýtt í sendistøðirnar hjá Føroya Tele. Avtalan millum Føroya Tele og Nema fevnir um javnbjóðis atgongd til sendistøðirnar, sum Føroya Tele eigur og rekur.
Veitararnir hava atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet, men samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina, sum stýrir produktum og tænastum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum.
Tá ið 5G tendrar, fáa viðskiftafólk hjá Føroya Tele eisini atgongd til fleiri spennandi tænastur. Eitt nú kann nevnast VoLTE, sum er tala yvir 4G. VoLTE ger, at tað ringir skjótari upp og bøtur um ljóðið, tá ið tú tosar í telefon.