Mánadagin 18. mars kl. 15-17 verður almenn móttøka í sambandi við, at Kristian Reinert Davidsen hevur tikið við starvinum sum samtaksstjóri.
Kristian Reinert Davidsen er komin aftur til Føroya eftir nærum níggju ár sum stjóri í grønlendska tele- og flutningsfelagnum Tusass. Nú er hann til reiðar at taka tørn afturat og er farin til verka at flyta Føroya Tele víðari í fjarskiftisgongdini, sum gongur við rúkandi ferð.
Mánadagin 18. mars kl. 15-17 verður almenn móttøka í høvuðssætinum í Hoyvík í sambandi við, at Kristian hevur tikið við starvinum sum samtaksstjóri.
Hesi siga nøkur orð:
- Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
- Bjarni Arnason, nevndarformaður
- William Joensen, fíggjarstjóri
- Kristian Reinert Davidsen, samtaksstjóri
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Heilsanir
Møguligar heilsanir kunnu sendast til Reyða Kross, konta 6460-4946954 í BankNordik.