Bílegg heildarprát

Heildarprát er ókeypis tænasta til tín, sum ynskir hjálp og vegleiðing, tá ið talan er um hald og tænastur frá okkum. Tú gert av, hvat tú vilt tosa um, og hvussu vit hittast. Vit kunnu til dømis kanna eftir, um haldini nøkta tørv og nýtslu, um tær manglar okkurt, ella um tú hugsar um at gerast kundi hjá okkum.

Skriva til okkara á kundi@ft.fo og bið um eina tíð. Tú kanst sjálv/ur velja, um vit skulu hittast til eitt prát, ella um vit skulu ringja til tín.

Um tú av eini ella aðrari orsøk ikki kanst koma til avtalaðu tíðina, kanst tú geva avboð við at ringja 808080 og avtala nýggja tíð.