Ósemjurnar millum Føroya Tele og Kappingareftirlitið í tveimum málum, sum hava verið í rættarskipanini, eru nú endaliga avgreiddar við einari semju millum partarnar. Føroya Tele góðtekur at gjalda eina bót fyri brot á kappingarlógina í 100 GB-málinum, og Kappingareftirlitið hevur slept TOSA-málinum.

Tað er ein trupulleiki, at fleiri mál taka seg upp, har kappingarmyndugleikarnir meta, at talan m.a. er um brot á kappingarlógina, tí harvið hevur Føroya Tele ikki sýnt neyðugt skynsemi í hesum málum. Tað ásannar Føroya Tele í einari semju við Kappingareftirlitið, sum hinvegin tekur til eftirtektar, at Føroya Tele hevur sett í verk mannagongdir, ið hava til endamáls at økja um regluvarni (compliance).

Øðrumegin ber semjan við sær, at FT Samskifti góðtekur at gjalda eina bót í 100GB-málinum, har Føroya Kærustovnur lutvíst staðfesti avgerðina hjá kappingarmyndugleikunum. Tískil verður hetta málið avgreitt sum eitt játtanarmál í Føroya Rætti, har Føroya Tele tekur niðurstøðuna hjá Føroya Kærustovni til eftirtektar í 100GB-málinum.

Hinumegin ber semjan við sær, at Kappingareftirlitið hevur slept TOSA-málinum, har Føroya Kærustovnur metti, at Kappingareftirlitið ikki hevði lyft próvbyrðuna fyri, at Føroya Tele hevði eina ráðandi støðu. Harvið hevur Kappingareftirlitið tikið niðurstøðuna hjá Føroya Kærustovni til eftirtektar í TOSA-málinum.

Samstarvið millum Føroya Tele og Nema á nýggja farnetinum hjá Føroya Tele var eitt triðja mál. Kappingareftirlitið skuldi góðkenna avtaluna, og í hesum málinum lótu partarnir nakrar tilsagnir í oktober 2023, sum var eitt krav frá Kappingareftirlitinum fyri at góðkenna avtaluna. Góðkenda samstarvsavtalan millum Føroya Tele og Nema skal vera við til at tryggja nýggjum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til farnetið.

Føroya Tele og Kappingareftirlitið ásanna, at talan hevur verið um álvarsom mál. Partarnir meta, at nú er slóðað fyri góðum kappingaranda á fjarskiftisøkinum, sum skal gagna fjarskiftiskundunum frameftir.