Rinda í smáum

Tá ið tú keypir vøru í Telebúðini, kanst tú rinda upphæddina í einum ella í smáum yvir 12 mánaðir.
At rinda í smáum merkir, at tú rindar útgjald og partgjald um mánaðin eftir ásettum reglum; harav
gjald fyri kredittútreiðslu, sum tað kostar at stovna tænastuna. Á hesi síðu hjálpa vit tær at rokna út,
hvussu nógv tú rindar um mánaðin, og fortelja tær alt, sum er vert at vita, um tænastuna.

Roknari

Við hesum roknara sært tú, hvussu nógv tú rindar um mánaðin. Skriva kontantprísin á vøruni, og rest
orðnar roknarin. Les alt, sum er vert at vita, í ofta spurdu spurningunum niðanfyri.

Kontantprísur
kr.
Útgjald
{{down_payment_formatted}} kr.
Kredittútreiðsla
{{cost_formatted}} kr.
Gildistíð
{{duration}} mðr.
Árligt ÁKP
{{akp_formatted}} %
Tilsamans yvir 12 mánaðir
{{total_formatted}} kr.
{{price_per_month_formatted}} kr/mðn.

Ofta spurdir spurningar

Hvat er ÁKP? Hvat er kredittútreiðsla? Hví skal eg hava samleikaprógv?
Hvussu nógv kann eg keypa fyri? Fá svar upp á alt, sum er vert at vita.

At rinda í smáum merkir, at tú keypir upp á avgjald og rindar partgjald um mánaðin eftir ásettum reglum. Tú rindar eitt útgjald og rest yvir 12 mánaðir; harav gjald fyri kredittútreiðslu, sum tað kostar at stovna tænastuna. Vit bjóða tænastuna, tá ið tú keypir vørur í Telebúðini.  

Les meira um kredittútreiðslu, ÁKP og gildistíð í øðrum spurningum.

Kundar, sum eru skrásettir sum eigarar av einari Ver-kontu í okkara skipan, og sum hava fast fartelefon-, breiðbands- ella fastnethald á Ver, og sum hava verið kundar hjá okkum í minsta lagi 6 mánaðir, kunnu keypa og rinda í smáum í Telebúðini. Tað er krav, at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum, er 18 ár ella eldri og kann lúka kredittveiting. Samleikaprógv skal vísast og skal vera pass, og tað er krav, at passið er útvegað í Føroyum.

Samleikaprógv tryggjar okkum, at tú ert tann, tú sigur teg vera, tá ið tú keypir í Telebúðini og vilt rinda í smáum. Samleikaprógv skal vera pass, og tað er krav, at passið er útvegað í Føroyum.

Tú kanst keypa fyri í mesta lagi 20.000 krónur og rinda í smáum. Tað merkir, at tú rindar eitt útgjald og rest yvir 12 mánaðir. Útgjaldið er ymiskt alt eftir, hvussu nógv tú keypir fyri, og mánaðargjaldið tillagar seg eftir útgjaldinum. Les meira um útgjald í spurninginum “Hvussu nógv rindi eg í útgjaldi”.

Roknistykkið er einfalt. Lat okkum siga, at tú keypir eina iPhone 14 Pro 128GB í Telebúðini. Í einum – ella kontant – kostar telefonin 10.999 krónur. Tú tekur útgjaldið frá kontantprísinum og leggur kredittútreiðsluna afturat, og hareftir býtir tú upphæddina við 12. Soleiðis sær roknistykkið út: 

10.999 (kontant) – 2.000 (útgjald) = 8.999 + 497 (kreditt) = 9.496 ÷ 12 (mðr.) = 791,33 kr/mðn. 

Nei, tað kanst tú ikki. Tænastan er einans galdandi í Telebúðini.

Kredittútreiðsla er gjaldið, sum tað kostar at stovna tænastuna. Kredittútreiðslan er 497 krónur, um tú keypir fyri 3.500 krónur ella meira, og 197 krónur, um tú keypir fyri 3.499 krónur ella minni. Kredittútreiðslan legst omaná samlaða prísin og verður býtt út á mánaðargjøldini.  

ÁKP er árligi kostnaðurin í prosentum og fortelur tær, hvat tað kostar tær at læna peningin frá okkum. Í ÁKP er kredittútreiðsla íroknað.

Gildistíðin er altíð 12 mánaðir, men tú ert altíð vælkomin at gjalda restskuldina áðrenn tíð.

Útgjald er upphæddin, sum verður goldin út, tá ið tú keypir og rindar í smáum. Útgjaldið er ymiskt alt eftir, hvussu nógv tú keypir fyri. Keypir tú vøru, sum kostar millum 1.000-3.499 kr., er útgjaldið í minsta lagi 500 kr. Keypir tú vøru, sum kostar millum 3.500-9.999 kr., er útgjaldið í minsta lagi 1.000 kr. Keypir tú vøru, sum kostar millum 10.000-14.999 kr., er útgjaldið í minsta lagi 2.000 kr., og keypir tú vøru, sum kostar millum 15.000-20.000 kr., er útgjaldið í minsta lagi 3.000 kr.

Mánaðargjaldið verður goldið av gjaldsavtaluni, sum tú hevur stovnað á Ver. Tað merkir, at tú rindar mánaðargjaldið av bankakontuni, sum er skrásett hjá okkum.

Velur tú at skifta televeitara í tíðarskeiðnum, tú rindar mánaðargjald til okkara, fellir manglandi upphæddin alt fyri eitt til gjaldingar.