STANDMYND: Sunnudagin 12. september var hátíðardámur í Vestmanna, tá ið standmynd av Ólavi á Heygum varð avdúkað. Nógv fólk varð komið saman at heiðra megnarmanninum og slóðbrótarunum, sum millum annað legði lunnar undir Føroya fyrstu telefonlinju millum Vestmanna og Havn.

Ólavur á Heygum var framsíggin vinnulívsmaður. Hann legði lunnar undir tríggjar fyritøkur, sum í dag mugu sigast at vera av stórum týdningi fyri lívið í Føroyum, nevniliga SEV, Føroya Tele og BankNordik. Ólavur á Heygum livdi frá 1866 til 1923, og tað varð Mia á Heygum, sum avdúkaði standmyndina, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt.

Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, helt røðu í sambandi við avdúkingina sunnudagin 12. september. Her er røðan:

Ólavur á Heygum var megnarmaður og slóðbrótari. Tí er tað at frøast almikið um, at standmynd nú er reist til heiðurs fyri mæta manninum, sum lat dyrnar upp til fjarskiftisvinnuna í Føroyum.

Tað var í 1856, at føroyingar fingu fríhandil. Nú brustu brádliga allar dyr til umheimin upp á víðan vegg. Hetta lítla oyggjasamfelagið, sum hevði ligið avbyrgt í øldir og kanska staðið í stað, varð í einum taki ript inn í nútíðina.

Tað tók eitt sindur av tíð, men um aldarskiftið kom verulig vend í. Fólkatalið í Føroyum, sum nærum hevði verið óbroytt í øldir, varð stokkið upp í 15.230. Eisini høvdu føroyingar keypt fiskiskip uttanlands og sjálvstøðugir handlar og handilsfeløg vórðu sett á stovn.

Tað var í hesum framburðstíðum, at Ólavur á Heygum vaks upp. Hann fekk sostatt nógvan framburðsíblástur í barna-, ungdóms- og manndómsárunum. Ólavur bóndi varð vorðin mikil framburðsmaður og varð eftir tátíðar viðurskiftum stórur útgerðarmaður við handli og fleiri skipum.

Ólavur sá skjótt møguleikar í nýggju tøknini, sum amerikumaðurin Graham Bell uppfann í 1876, og sum í 1890unum veruliga hevði kollvelt stóran part av vesturheiminum.

Ólavur ynskti, at eisini hesin tøkniligi framburðurin skuldi koma føroyingum til gagns, og tí skrivaði hann bræv til tingið í august 1901. Í brævinum vísti hann á týdningin, sum ein telefonlinja kann fáa fyri fiskivinnuna.

Vestmanna var góð skipahavn, og nógv fiskiskip komu inn her.

Í tingskjølum frá tingsetuni sást tó einki til, at brævið frá Ólavi varð viðgjørt. Tað var danski staturin, sum átti endaligu avgerðina, um føroyingar skuldu fáa ávíkavist telegraf ella telefon.

Í august 1902 skrivaði Ólavur aftur bræv til tingið. Nú var tað ikki bara Ólavur, sum ynskti at byggja telefonlinjur, men fimm tingmenn høvdu nú eisini søkt um loyvi at gera tað sama.

Meðan tingmenn kjakaðust um, at Ólavur á Heygum skuldi fáa konsessión til at byggja og reka telefonlinju millum Vestmanna og Havn, gjørdi hann, sum tann maður við dirvi og áræði, hann var, ikki vandari enn at keypa alt tilfarið til linjuna úr Noregi. Og hann rindaði sjálvur fyri hetta.

Og í 1905 var telefonlinja úr Vestmanna og allan vegin til Havnar liðug. Hon varð gjørd úr fyrstafloks tilfari øll, sum hon var.

Ólavur fekk mótstøðu frá so at siga øllum síðum, nú hann hevði fingið nýggju tøknina til Føroya. Fleiri tingmenn ræddust nýggju tøknina, sum var komin til landið, og vildu ikki vita av henni. Men Ólavur helt ikki uppat, fyrr enn verkætlanin var komin í mál.

Samlaði kostnaðurin fyri telefonlinjuna var 28.281,14 krónur.

Fyrstu húsini, sum vórðu bundin saman við telefon í Føroyum, vóru:

– Í Geil í Havn

hjá Hans Bærentsen bónda á Sundi
– Hjá Óla Kristian Debess bónda á Oyrareingjum
– Hjá Óla Jacobsen í Kvívík
– á Heygum í Vestmanna

Nú, tá ið nýggja tøknin var komin til Føroya, helt tingið, saman við donsku stjórnini, at fjarskiftisøkið var alt ov týdningarmikið hjá vinnulívsmanni úr Vestmanna at reka, og í 1906 varð telefonlinjan ognartikin av tinginum.

Samstundis verður Færøernes Amtskommunes Telefonvæsen – seinni kallað Telefonverk Føroya Løgtings – sett á stovn.

Tað gingu nærum eitt ár og seks mánaðir, til Ólavur á Heygum fekk endurgjald fyri íløguna, hann hevði gjørt í telefonlinjuna og raksturin av henni.

Í hesum sambandi ætli eg at handa trý søgulig skjøl til Bjørn á Heygum:


– Kekkur frá Føroya Banka til Ólav á Heygum upp á 21 krónur og 60 oyru fyri leigu av 72 telefonsteyrum millum Vestmanna og Havn
– Fulltrú, sum Ólavur á Heygum gav Københavns Grundejerbank fyri at móttaka 27.760,00 krónur fyri søluna av aktivunum (telefonlinjuna) til Færøernes Amtskommune
– Skjal frá Københavns Grundejerbank til Amtmanden over Færø Amt Thorshavn, har váttað verður, at peningurin (kr. 29.471,02) er komin á kontu hjá Ólavi á Heygum

Ólavur á Heygum legði lunnar undir felagið, sum eg havi tann framíhjárætt at arbeiða hjá í dag; nevniliga Føroya Tele. Vit øll á Føroya Tele kenna á okkum, at vit eiga lut í Ólavi á Heygum og eru errin av hansara arbeiði innan fjarskiftisøkið fyrst í 1900.

Vit síggja Ólav á Heygum sum okkara stovnara. Hansara framskygni er partur av okkara virðisgrundarlagi í dag, tí hann, saman við øllum okkara undangongufólkum, hevur givið okkum fótaspor at ganga í.

At vit skulu tora at vera slóðbrótarar.

Og hesi fótaspor taka vit við stoltleika hvønn dag.

Takk fyri.