1. mai í 1953 fekk Havnin, sum tað fyrsta økið í Føroyum, automattelefon. Avtala varð gjørd við L. M. Ericsson um at keypa automattelefonstøð AGF við 1500 telefonnumrum. Støðin var í nýtslu til 1981, tá ið ARF-støðin tók við. Í 1987 kom talgilda AXE-støðin og harvið tann mest umfatandi talgilding av allari teleútgerð.

Stásiligur bygningur
Í 1950 varð nýggja telefonstøðin, sum skuldi hýsa mekanisku telefonstøðini AGF, bygd. Støðin sjálv kravdi nógv pláss, umleið 100 m2. Nýggja støðin varð bygt millum verandi telefonstøð, sum var frá 1912, og tinghúsið.

Telefonstøðin frá 1912 (mynd tikin í 1923)
Útgraving fyri telefonstøð í 1950
Bygningurin í gerð
Telefonstøðin frá 1912 og aftanfyri telefonstøðin frá 1951

Í nýggju telefonstøðini var stór, prýðilig forhøll, telefonboksir og bygdaborðið, har ið fleiri telefondamur sótu og avgreiddu samtalur til og frá bygdum og millum bygda. Telefondamurnar vórðu róptar “tær grønu”, tí at tær vóru ílatnar grønum kitlum, meðan tær, sum arbeiddu á kontórinum, vórðu róptar “tær bláu”.

Forhøllin
Borðsalurin í Havn

Í telefonstøðini vóru teleútgerð, skrivstovur, teknistova, goymsla og høli, sum kundi leigast út. Ovasta hædd varð leigað út til Landsverkfrøðingin (nú Landsverk) til 1974, tá ið Landsverk flutti yvirum Sverrisgøtu inn til Havnar Arbeiðsmannafelag.

Bygningurin var í fýra hæddum á 220 m2, og eitt torn var í sunnara enda við fimm hæddum á  80 m2. Kostnaðurin av fyrstu automatiseringini, nýggja bygninginum, linjuarbeiðnum o.ø. var høgur.

Telefonverksstjórin kunnaði Føroya Landsstýri um, at verkætlanin fór at vera fíggjarliga tung fyri Telefonverkið, tí umframt alt arbeiðið við nýggju telefonstøðini vóru stórar rakstrarútreiðslur tengdar at kaðalnetinum kring alt landið, seinni heimsbardagi hevði gjørt, at tað var trot upp á viðlíkahaldstilfar.

Marshall-hjálpin
Ein nýggjur fíggjarmøguleiki: Marshall-hjálpin kom inn á banan sum ein nýggjur fíggjarmøguleiki. Marshjall-hjálpin kom fram, eftir at amerikanski uttanríkisráðharrin George C. Marshall hevði hildið røðu í lærda háskúlanum í Harvard tann 5. juni 1947.

Í røðuni mælti hann til, at øll evropeisk lond, sum høvdu fingið stóran skaða av seinna heimsbardaga, skuldu fáa ein ella annan fíggjarligan stuðul úr USA. Stórir partar av Evropa lógu í skeljasori, og kríggið hevði ført við sær fleiri búskaparlig bakkøst.

Tilráðingin varð samtykt í Kongressini longu árið eftir, og til Danmarkar kom frá Marshall-hjálpin í peningi og vørum fyri í alt 1,7 milliardir krónur. Av hesum fingið Føroyar 10 milliónir krónur, og harav fekk Telefonverkið 2 milliónir krónur. Hetta var nógv í 1950.

Uttan stuðulin úr USA hevði verið tungt og trupult at farið undir verkætlanina, men bygningurin stóð liðugur í 1951. Arbeiðið at montera støðina byrjaði 6. januar 1952, og arbeiðið varð liðugt 20. desember sama ár. Eftir stutta royndarkoyring varð støðin tikin í nýtslu 1. mai 1953.

Tað var ikki bara bara at seta eina automattelefonstøð upp. Hon setti stór krøv til góðskuna á linjuni og kaðalnetinum, og tí varð ein umfatandi forbetring gjørd av kaðalnetinum, og tað var eisini neyðugt at útbyggja netið, tí nú vóru brádliga fleiri, sum vildu hava telefon.

Allar Føroyar
Klaksvík og Runavík fingu automattelefon í 1959. Seinnu helvt av sekstiárunum varð avgjørt, at allar Føroyar skulu hava sjálvval, 20 felagsstøðir (ARK) vórðu settar upp ymsastaðni í landinum, og fýra millumbygdastøðir (ARM) vórðu settar upp í Klaksvík, Søldarfirði, Tvøroyri og Havn. Sjálvvar til allar bygdir var liðugt í 1978.

Í Havn var plásstrot til at byggja verandi felagsstøð út og til millumbygdastøðina, og tí var farið undir at leingja bygningin við Tinghúsvegin umleið 14 metrar norðureftir við ársbyrjan 1967. Í hesum sambandi varð gamla telefonstøðin frá 1912 tikin niður og sett upp sum vanlig sethús á Heygnum Mikla í Havn.

Kirkjubøur og Velbastaður
Kirkjubøur og Velbastaður vórðu seinasta økið, sum fekk automattelefon. Tað var 28. september 1978, men áðrenn tað høvdu bygdirnar havt tað, sum tá varð kallað hálvaautomattelefon. Inni hjá Dánjal Paula Danielsen í Búðini á Velbastað stóð vekslari, sum allar telefonirnar í bygdunum vóru knýttar í.

Lokali vekslarin sum á Velbastað

Við at svara 0 fekk man tóna – eisini kallað býtóni – frá støðini í Havn, og tá kundi man ringja til tann, man skuldi hava fatur á, men vekslarin fekk einans vekslað fýra samrøður í senn. Tað merkti sostatt, at bara fýra kundu ringja úr og til Kirkjubøar og Velbastaðar í senn.

Vekslarin inni hjá Dánjal Paula Danielsen í Búðini á Velbastað fekk veiting frá kaðalinum, sum bretar løgdu til Velbastaðar og víðari til Vágarnar í 1942. Hesin vekslari var ikki tann einasti av sínum slag í Føroyum, tað vóru fleiri bygdir,  t.d. Norðradalur og Kaldbak, sum eisini vóru knýttar til vekslara.

Alt er søga
Nú er alt søga. Tað einasta, sum framvegis verður brúkt, eru trý lítil rúm í kjallaranum í bygninginum, sum varð bygdur við Tinghúsvegin í tíðarskeiðnum 1950-1951. Hesi rúm vera brúkt at hava útgerð í varðveitslu, inn til Fipur til heimið-verkætlanin er liðug.

Allar luftlinjur, sum av fyrstan tíð vórðu hongdar upp á pelar í 1905, eru burtur, og koparnetið, sum av fyrstan tíð varð lagt fyri nærum 100 árum síðani, verður nú tikið úr nýtslu til frama fyri fipurtøkni. Hetta er jú lívsins, tekniska gongd.