Uttanlands at ferðast?
7 góð ferðaráð
1. Fá tær VerSumHeima
VerSumHeima kostar 100 kr. eyka um mánaðin, sama um tú hevur eitt hald ella upp til seks hald knýtt saman. Við VerSumHeima kanst tú hvønn mánað:
- Tosa 20 tímar* til galdandi lond
- Tosa aðrar 20 tímar* í og úr galdandi londum
- Senda í alt 1000 sms til, í og úr galdandi londum
- Brúka alt íroknað data í galdandi londum
VerSumHeima er galdandi í øllum Evropa og Ísrael, sama hvat hald tú hevur, og harumframt er tað galdandi í Argentina, Avstralia, Brasil, Demokratiska Lýðveldið Kongo, Filipsoyggjum, Georgia, Hong Kong, India, Indonesia, Japan, Kanada, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Makao, Malaisia, Meksiko, Mosambik, Nikaragua, Nýsælandi, Peru, Russlandi, Sansibar, Singapor, Sri Lanka, Suðurkorea, Suðurafrika, Sri Lanka, Tailandi, Tansania og USA, um tú hevur Ver-haldini 27GB ella 47GB.
Les alt um VerSumHeima her.
*30 tímar við haldunum 27GB og 47GB.
2. Set APN-setingar upp
APN-setingar eru týdningarmiklar, tá ið tú brúkar fartelefonina uttanlands. Um internetið skal rigga, krevja fleiri útlendskir televeitarar, at APN er uppsett. Tryggja tær tískil, at APN er rætt uppsett á tíni fartelefon. Set APN upp við at skriva internet í APN-setingar á telefonini.
Síggj vegleiðingar her.
3. Kanna SIM-kort
SIM-kortið gevur tær betri uppliving, tá ið tú brúkar fartelefonina á netunum hjá útlendsku televeitarunum, sum vit hava avtalu við. Tískil eigur tú at halda eyga við, um tú hevur nýggjasta SIM-kortið, sum vit veita okkara kundum. SIM-kort fæst ókeypis í Telebúðunum, og vit hjálpa tær fegin at kanna og skifta.
Kanna SIM-kort her.
4. Tendra víðkað reiking
Víðkað reiking merkir, at tú letur upp fyri, at tú kanst fara á netið hjá øllum útlendskum televeitarum, sum vit hava reikingaravtalu við. Við Víðkað reiking kanst tú ringja, smsa og brúka data í øllum londum treytað av, at tú hevur pening á tíni Ver-kontu, og/ella hevur keypt tær ein datapakka at brúka á ferðini. Ferðast tú í londum, sum ikki eru partur av VerSumHeima, mást tú altíð tendra Víðkað reiking.
Í VerSumHeima eru tað veitarar í ávísum londum, sum krevja, at Víðkað reiking er tendrað. Hetta eru veitarar millum annað í USA, Kanada, Kina og Russlandi umframt ávísir í Evropa. Tú tendrar Víðkað reiking inni á Mítt Ver.
Rita inn á Mítt Ver her.
5. Set pening á Ver
Í londum, har sum VerSumHeima ikki er galdandi, mást tú hava pening á tíni Ver-kontu fyri at kunna tosa, smsa og brúka data. Fyll pening á Ver-kontuna ella keyp ein eyka datapakka við at rita inn á Mítt Ver. Tú kanst eisini fylla á við at senda eitt sms til 1990. Les meira um møguleikan við at fylla á við sms her.
Síggj prísir og landabólkar her.
6. Sløkk og tendra
Tá ið tú ferðast millum lond, so viðmæla vit, at tú sløkkir telefonina heilt og ikki bara setur hana á flogstøðu (flight mode).
7. Landakotan +298
Set altíð +298 og ikki 00298 framman fyri telefonnummarið, tá ið tú ringir til Føroya.