Hvussu skifti eg veitara á míni fartelefon?

Dekningur hjá teimum ymsu veitarunum kann vera missjavnur, alt eftir hvørjum øki tú er í, so tað kann vera neyðugt at royna ein annan veitara, um tann valdi veitarin hevur avbjóðingar við ávísum tænastum (Tala, SMS, Data), ella veitarin hevur trupulleikar við netinum.

iPhone

  1. Trýst á Indstillinger
  2. Trýst síðani á Mobilnetværk
  3. Valg af Netværk
  4. Sløkk fyri tí sum er sett til Automatisk
  5. Vel veitara á listanum – Tað kann taka eina løtu at fáa møguligar veitarar fram – Viðhvørt er neyðugt at velja sama veitara tvær ferðir.

Samsung

  1. Toga skermin niður.
  2. Trýst á tandhjólið ovast í høgra hjørnið.
  3. Trýst síðani á Forbindelser
  4. Mobilnetværk
  5. Netværkoperatører
  6. Slá ‘Vælg automatisk’ frá
  7. Vel veitara á listanum – Tað kann taka eina løtu at fáa møguligar veitarar fram – Viðhvørt er neyðugt at velja sama veitara tvær ferðir.

Huawei

  1. Trýst á Indstillinger
  2. Trýst so á Mobilnetværk
  3. Far síðani inn á Mobildata
  4. Mobiloperatør
  5. Slá ‘Vælg automatisk’ frá
  6. Vel veitara á listanum – Tað kann taka eina løtu at fáa møguligar veitarar fram – Viðhvørt er neyðugt at velja sama veitara tvær ferðir.

Xioami

  1. Trýst á Indstillinger
  2. Trýst so á SIM-kort & mobile netværk
  3. Vel SIM kort
  4. Far síðani inn á Mobilnetværk
  5. Slá ‘Vælg automatisk’ frá
  6. Vel veitara á listanum – Tað kann taka eina løtu at fáa møguligar veitarar fram – Viðhvørt er neyðugt at velja sama veitara tvær ferðir.