Tænastan Být & bøt um ger stóran mun. Tað vísa nýggjastu tølini higartil í ár. Higartil eru 947 tól latin inn, og tað er munandi meira enn í fjør. Serliga vinnukundar hava tikið tænastuna til sín.
Í 2022 fingu privatkundar atgongd til tænastuna Být & bøt um, sum verður veitt í samstarvi við fyritøkuna Foxway Group; ein fyritøka, sum hevur serførleikar í at endurnýta fartelefonir, teldlar, teldur og onnur tól.
Síðani á vári 2023 hava vinnukundar havt møguleika at lata brúkt tól inn, og tað hevur sett ferð á tænastuna. 53% av tólunum, sum eru latin inn í ár, koma frá vinnukundum, meðan 47% koma frá privatkundum.
Higartil í ár eru 947 tól latin inn, og tað eru heili 368 fleiri enn í øllum 2023. Av hesum 947 tólum eru 60% umvæld og brúkt aftur, meðan 40% eru farin til endurnýtslu og brúkt aftur sum rávørur.
Být og bøt um er burðardygg nýtsla í ringrás, og hon er góð fyri umhvørvið. Tænastan minkar eitt nú um CO2-útlátið, sum verður brúkt til at framleiða nýggj tól. CO2-útlátið, sum higartil er spart í 2024, er 27,4 tons.
Samanborið við 2023 og 2022 er hetta væl meira. Í 2023 var sparda CO2-útlátið 18,6 tons, og í 2022 var sparda CO2-útlátið 7,9 tons. Av hesum 947 tólum eru til samans 835 fartelefonir, meðan restin eru teldlar, teldur og snildur.
Les um Být & bøt um her.