“Tey 17 heimsmálini” var evnið, tá ið Íverksetarahúsið og Føroya Tele skipaðu fyri árliga FT GameJam-tiltakinum. Tá ið alt kom til stykkis, vóru tað Allan Korsager Davidsen, Bartal Clementsen, Rói Holgarsson, Kristjan Gásadal og Baldur Meitil, ið vunnu við spælinum LAST DROP.

Hesir mannaðu bólkin WELLBEINGS, og upp á 48 tímar høvdu teir ment eitt telduspæl, ið varð mett av dómaraborðinum at vera tað besta. Grundgevingin var, at spælið var orginalt, hevði góðan spenning og var eitt væl gjøgnumhugsað konsept.

Harumframt mettu dómararnir, at LAST DROP hevði góðar møguleikar at koma út á heimsmarknaðin.

Tilsamans 25 telduspælmennarar luttóku í ár.

WELLBEINGS vann ein kekk upp á 10.000 krónur frá Føroya Tele, ein kekk upp á 10.000 krónur frá Elektron og ráðgeving frá Vinnuframa virði 10.000 krónur.

Her verður vinnarin kunngjørdur.

Her leggja luttakararnir spølini fram.

WELLBEINGS: (f.v.) Allan Korsager Davidsen, Baldur Meitil, Kristjan Gásadal, Bartal Clementsen og Rói Holgarsson, ið gjørdu spælið LAST DROP.