Vit á Føroya Tele stuðla Pól Sundskarð og málinum, ið hann hevur sett sær fyri at røkka. Hann ynskir at slóða fyri vaksandi rákinum at ganga fjallatúrar, og á sama hátt, sum hann vil gera spor til onnur at stíga í, so er okkara aðalmál at ganga á odda í føroyska framburðinum og slóða fyri einfaldari og framkomnari samskiftistøkni.
Samstarvið við Pól Sundskarð inniber, at hann verður tikin við í arbeiðið at menna farnetdekningin uppi í fjøllunum. Hetta kemur at økja um trygdina, soleiðis at føroyingar og ferðafólk kunnu føla seg trygg og altíð hava samband á okkara farneti, tá tey ganga í fjøllunum.
Pól kemur víða um í fjøllunum, og tí kann hann hjálpa okkum við at ítøkiliggera støð, ið krevja ábøtur. Okkara farnet er tað besta av sínum slagi í Føroyum, og saman við Póli fara vit at gera okkara ítasta at gera farnetið uppaftur betri.
Samstarvsavtalan er fyribils galdandi í eitt ár.