Finalan í Føroya Tele eDeildini 2020 millum Víking og B71 gjørdist spennandi til allarsíðsta bríksl.
Tá ið báðir dystirnir vóru leiktir, stóð á jøvnum 2-2, og tískil skuldi finalan avgerast við “Golden Goal”. Tá gjørdi Víkingur bart og skoraði fyrsta málið. Sostatt er Víkingur fyrsti “FM-vinnari” í slíkari e-kapping millum fótbóltsfeløg í Føroyum.
Sum høvuðsstuðul og samskipari av kappingini saman við FSF fara vit at ynskja Víkingi og teimum báðum, Ingolf Aron Erlandsson Tvørfoss og Hans Jákup Arngrímsson, hjartaliga til lukku við gullinum.
Somuleiðis ynskja vit B71 hjartaliga til lukku við 2. plássinum og takka øllum hinum feløgunum fyri luttøkuna í kappingini.
Her kanst tú síggja finaluna; tvs. báðir dystirnir og Golden Goal-dysturin. Gev gætur, at bæði feløgini eru Føroyar í kappingini. Víkingur spælir í hvítum, meðan B71 spælir í bláum.
Fagnaðurin á Víkinga-leikarunum var sjálvsagt stórur, tá ið Golden Goal varð skorað:
Feløgini hava verið íðin at lagt myndir og filmsbrot út á teirra Facebook-síður. Niðanfyri hava vit savnað nakrar myndir, ið Víkingur, B71, EB/Streymur, 07 Vestur og FC Suðuroy hava tikið.