Nú kanst tú ringja og fáa hjálp heilt til kl. 20 gerandisdag og leygardag kl. 10-14.

Í meira enn 110 ár hava vit tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið hjartaslátturin í fyritøkuni. Hjá okkum ræður tað um at hava kundan í miðdeplinum í øllum tí, vit gera, og tað er við hesum í huga, at vit nú víðkað telefontíðina hjá kundasupportini.

Kundasupportin er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at veita eina dygdargóða tænastu, og framyvir verður tað sostatt gjørligt at fáa hjálp frá supportini mánadag til fríggjadag kl. 8-20 og eisini leygardag kl. 10-14.

Supportin er at hitta á tel. 808080 og er ein ókeypis tænasta.