Ver, sum er vøru- og tænastupallurin hjá Føroya Tele, gongur aftur á odda. Í dag ger Ver eina príslækking á breiðbandinum.
Breiðband til privat húsarhald gerst alsamt bíligari, nú vøru- og tænastupallurin hjá Føroya Tele, Ver, aftur gongur á odda á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Í dag lækkar Ver prísin á breiðbandinum, sum pallurin selir til privata kundan.
Nýggjan tænastan eitur Set saman spar og knýtir breiðband og fartelefon saman. Tað merkir, at hevur mann bæði fartelefon- og breiðbandshald á Ver, so sparir mann í minsta lagi 600 krónur árliga fyri sítt breiðband.
– Við kundanum í miðdeplinum stremba vit á Føroya Tele altíð eftir at bjóða vørur og tænastur, sum á besta hátt ganga tørvinum hjá kundanum á møti. Við hesi príslækking fáa kundar ein fyrimun at savna síni fartelefon- og breiðbandshald í Ver, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.
Tað var annars í november í 2017, at Føroya Tele tók ta avgerð um at flyta breiðband til privata húsarhaldið yvir á pallin Ver og samstundis lækkaði prísin munandi.
Við at savna fartelefon- og breiðbandshald á Ver, fær brúkarin fleiri fyrimunir, so hann kann avgreiða øll síni viðurskifti á einum og sama staði inni á sjálvgreiðsluni Mítt Ver, ið varð ment í 2014, og varð tað fyrsta, slóðbrótandi nýbrotið av sínum slagi á føroyska telemarknaðinum.
– Ver er ein tryggur, einfaldur og lættur háttur, sum gevur brúkarum frælsi at avgreiða síni viðurskifti sjálvi, sigur John Syderbø.