Býarpartar í Havn, í Hoyvík og á Argjum verða teir fyrstu, sum koma á nýggja fipurnetið. Seinni í ár koma smærri bygdir eisini á netið, og um nøkur ár skal fipurnetið dekka allar Føroyar.

Ver fer nú undir at bjóða fipur til heimið. Nýggja fipursambandið verður boðið út, so hvørt sum netfelagið í Føroyum, NET, byggir undirstøðukervið út kring landið.

Í fyrstu atløgu eru tað býarpartar í høvuðsstaðnum, sum kunnu gleða seg til fipurbreiðband. Talan er um býarpartarnar Tórsbyrgi og Heimasta Horn í Havn, við Myllutjørn í Hoyvík og við Klingrutjørn og undir Kongavarða á Argjum.

Ver fer undir at selja fipurbreiðband tann 26. november, men longu nú kunnu húsarhald í hesum býarpørtum bíleggja nýggja fipursambandið á heimasíðuni ver.fo.

Seinni í ár koma eisini bygdirnar Morskranes, Kolbeinagjógv, Norðradalur umframt ein partur av gøtuni Stoffalág á fipurnetið.

Hægsta ferð, ið Ver fer at bjóða, er 1000 Mbit báðar vegir.

Les meira her.