Úrslitið hjá Føroya Tele gjørdist 48 milliónir krónur eftir skatt í 2018. Eigarin, sum er Føroya landsstýri, fær 35 milliónir krónur av avlopinum í vinningsbýti.

Føroya Tele hevur á ársaðalfundi mánadagin 29. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2018. Roknskapurin vísir eitt avlop upp á 48 milliónir krónur eftir skatt. Áðrenn skatt varð úrslitið 57 milliónir krónur. Á aðalfundinum varð gjørt av at lata eigaranum, sum er Føroya landsstýri, 35 milliónir krónur av avlopinum í vinningsbýti.

Samanumtikið kann Føroya Tele vísa á eitt úrslit, ið er 2,5 milliónir krónur lægri enn árið fyri. Rakstrarúrslitið fyri 2018 er merkt av, at Føroya Tele seldi bróðurpartin av sínum ognarluti í Formula. Tí er raksturin hjá Formula ikki roknaður uppí rakstrarúrslitið hjá samtakinum.

– Tørvurin at kunna samskifta allastaðni er skjóttvaksandi, óansæð hvar vit eru stødd í landinum. Við lækkandi prísum seinastu árini og einum málsetningi um framhaldandi at bjóða enn betri og bíligari vørur og tænastur er neyðugt at tryggja samsvar millum inntøkur og kostnaðir. Nógv orka er løgd í at menna nýhugsandi verkætlanir og loysnir fyri at tryggja framtíðina, umframt at starvsfólkini áhaldandi bróta upp úr nýggjum og eru við til at menna ein skynsamari og smidligari rakstur. Hetta myndar úrslitið fyri 2018, staðfestir Jan Ziskasen, samtaksstjóri.

Enn betri og bíligari tænastur
Í 2018 stóð Føroya Tele seg væl í kappingini á føroyska fjarskiftismarknaðinum. Vøru- og tænastupallurin hjá Føroya Tele, Ver, gekk aftur á odda og lækkaði prísin á breiðbandinum hjá kundum, ið høvdu bæði fartelefon- og breiðbandshald á Ver. Harumframt kunnu Ver- og vinnukundar nú taka alt íroknað data við sær og reika sum heima í øllum Evropa og øðrum heimslondum; í alt 71 londum og oyggjum.

– Áhaldandi íløgur í landsumfatandi farnetið, sum er at meta millum tey bestu í heiminum, hava økt um kundanøgdsemið og kundaskaran. Somuleiðis hava uppraðfestingar av kundatænastum og sjálvgreiðslum stuðlað góða kundanøgdseminum, sigur Jan Ziskasen.

Kappingarfør heima og úti
Dóttirfelagið SHEFA, ið eigur og rekur sjókaðlarnar millum Føroyar og útheimin, hevur til endamáls at tryggja samband okkara til útheimin. Kortini myndar útlendski marknaðurin 70% av inntøkunum hjá SHEFA.

– Føroyar eru høvuðsmarknaðurin, men tá ið møguleikar, ið eru knýttir at kjarnuvirkseminum hjá Føroya Tele, stinga seg upp uttanlands, eiga hesir at verða royndir, sigur Jan Ziskasen.

Gjøgnum SHEFA veitir Føroya Tele høvuðssambandið til bæði Orknoyggjar og Hetlands, umframt at SHEFA veitir breiðbandssamband til oljuvinnuna vestanfyri Hetland og í danska partinum av Norðsjónum.

Í 2018 legði SHEFA dent á at útbyggja 4G LTE-fartelefontænastu í pørtum av olju- og gassøkjunum vestanfyri Hetland og í danska partinum av Norðsjónum, har ið fipursamband er frá SHEFA. Hetta arbeiðið varð gjørt saman við systurfelagnum FT Samskifti.

Nógvar íløgur eru gjørdar og skulu framyvir gerast í sjókaðlarnar fyri at tryggja eitt gott samband millum Føroyar og útheimin. Útlendsku kundarnir bera stóran part av íløgunum, og uttanlandsvirksemið hjá SHEFA kemur sostatt føroyska brúkaranum til góðar.

Eitt undirstøðukervi í heimsklassa
Í 2018 vórðu stórar íløgur gjørdar í jarðbundna fjarskitisnetið fyri at framtíðartryggja Føroyar og at gera tað eins gott og farnetið. Dótturfelagið NET er farið í holt við stóru verkætlanina at breiða fipur út í øllum landinum, og henda verkætlan fer at tryggja, at Føroyar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og mest útbreidda internetið í øllum heiminum.

Starvsfólk á NET eru førleikament í nýggju tøknini, og í 2018 fingu fyrstu kundarnir longu fipurbreiðband. Mett verður, at ein landsumfatandi útbygging fer at taka millum 5-7 ár.

Søla av ognarluti í Formula
Føroya Tele ætlar í størri mun at miðsavna seg um kjarnuvirksemi felagsins, umframt aðra vinnur, sum hava tilknýti til hesi virksemi. Í 2018 valdi Føroya Tele tí at selja 56,3% av ognarlutinum í Formula sum liður í hesi tilgongd. Við søluni lækkaði ognarluturin hjá Føroya Tele úr 77,9% niður í 34%.

Raksturin hjá Formula er ikki longur roknaður upp í rakstrarúrslitið hjá Føroya Tele-samtakinum.

Broytingar í nevndini
Nevndin á Føroya Tele er mannað av fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur gjørt eina broyting í nevndini í ár.

Ninna Herdis Danielsen er vald í nevndina fyri Annbritt Tummasdóttir Nielsen, sum hevur sitið í nevndini í seks ár. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir á ársaðalfundinum.

Starvsfólkavaldu nevndarlimirnir standa fyri vali fjórða hvørt ár, og í ár hava starvsfólkini í samtakinum valt starvsfólkaumboð fyri komandi fýra árini. Ólavur Simonsen, sum hevur sitið eitt valskeið, varð afturvaldur, og tvey nýggj starvsfólkaumboð eru vald í nevndina. Hesi eru Levi Nybo og Finnbjørn Simonsen.

Nevndin á Føroya Tele er sostatt mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Johnni Poulsen og Ninna Herdis Danielsen eru vald av landsstýrinum, og Ólavur Simonsen, Levi Nybo og Finnbjørn Simonsen eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.

 

Her er ársfrágreiðingin 2018.

Her er frágreiðing um Samfelagstilvit 2018.