Korona broytti internetmynstrið

Breiðbandsnýtslan reyk upp í 2020. Við hvørt stóð nógv á endanum, men fastleikin í netinum helt. Vit kýttu okkum at loysa knútar og seta bøtur á, so at bulurin á netinum bar vaksandi ferðsluna og nøktaði tørvin hjá øllum.

Í Føroyum hava vit sterka siðvenju við bundnum klæðum. Vit hava eitt eyðkent føroyskt bindimynstur, sum er vorðið víðagitið kring allan heimin. Søguliga hevur tað havt týdning, at fólk hava evnað og hildið lív í mynstrinum.

Bindimynstrið er tó ikki tað einasta mynstrið, ið eyðkennir okkum føroyingar. Av lyndi og atferð hava vit nógv mynstur, ið mynda okkum og gera okkum serstøk. Í 2020 fóru nærum øll sosial og samfelagslig mynstur av lagi.

Eitt mynstur, sum fór av lagi, men sum aftur tók dik á seg, var internetmynstrið. Korona loypti ólag í gerandisdagin og vendi hann á ranguna. Internetið gjørdist grundarlagið undir afturlatna samfelagnum, og tá ið alt kom til stykkis, fekk søgan nýggja vend.

Vit stóðu ikki hendur í lumma, men høvdu eygu fyri nýggja veruleikanum. Vit bundu um heilan fingur og tóku av fyri at basa farsóttini, og vit kastaðu uppá fyri at gera dagarnar og næturnar so vanligar sum yvirhøvur gjørligt.

Hesum er lætt at fáa greiði á í okkara hagtølum fyri internetnýtslu í 2020. Føroyingar og fólkið, her býr, hildu lív í mynstrinum og evnaðu internetið til nakað, sum bar samfelagnum uppi. Internetið átti stóran lut í, at millum annað skúlaundirvísing og arbeiði kundu halda fram.

Breiðbandsnýtslan vaks 24%. Frá 46 petabytes í 2019 til 57 petabytes í 2020. Hetta svarar til 57 milliónir gigabytes.