Í næstum fáa føroyingar atgongd til tað, sum á altjóða máli verður rópt Internet of Things. Tað er Føroya Tele, ið slóðar fyri hesi tænastuni og kallar hana Tólnet. Fyrsta tólið, sum fer av bakkastokki, er snilt til bilin.
Føroya Tele hevur ment eina slóðbrótandi skipan, sum knýtir ymisk tól í landsumfatandi 4G LTE farnetið hjá Føroya Tele. Nýggja skipanin nevnist Tólnet og er føroyska heitið fyri Internet of Things – ofta stytt IoT. Tað eru Sprotin og Føroya Tele í felag, sum hava smíðað nýggja heitið, og fyrsta tólið, sum Føroya Tele knýtir í nýggju skipanina, er til bilin.
Snilt til bilin
Við Tólnet í bilinum fær brúkarin fyri tað fyrsta eitt skjótt og álítandi 4G LTE internet, sum gagnar øllum í bilinum, og fyri tað næsta fær brúkarin atgongd til eina app, ið fortelur allar hugsandi upplýsingar um bilin, so sum tangastøðu, kilometravísara og GPSara.
– Einans hugflogið setir mørk, tí hetta biltólið kann eina rúgvu. Í fyrstu atløgu fer appin millum annað at fortelja brúkaranum støðuna á tanganum, hvussu nógvar kilometrar bilurin hevur koyrt og støðuna á battaríinum, umframt at tólið er ein GPSari og internet í bilinum, sigur John Syderbø, marknaðar- og produktstjóri á Føroya Tele.
Við tíðini fer Føroya Tele at menna tólið til bilin, so tað eisini kann geva brúkaranum aðrar viðkomandi upplýsingar, so sum brekfráboðanir og tíð til sýn og verkstað.
Framtíðin við Tólnet
Tólnet er nú komið til Føroya, og tað merkir, at føroyingar við tíðini kunnu vænta at síggja fleiri onnur tól á marknaðinum.
– Tólnet kann vera allastaðni, tí í veruleikanum er talan um tól við einum SIM-korti, sum so knýta seg í landsumfatandi 4G LTE netið hjá okkum. Tólnet í framtíðini kann verða alt frá tólum, sum stýra brúkslutum heima við hús, og til onnur tól, sum hava stóran samfelagsligan týdning. Framtíðin sær spennandi út, sigur John Syderbø.