TUNNILSTRYGD: Sum ein liður í arbeiðinum at gera ferðsluna tryggari í tunlum, hevur Landsverk seinastu árini arbeitt saman við Føroya Tele um at fáa fartelefonsamband í allar tunlar. Hetta er fyrst og fremst tí, at fólk skulu hava møguleika fyri at geva boð frá sær á 112, um tørvur er á tí.
Málið um at fáa fartelefonsamband í allar ferðslutunlar í landinum er nú rokkið, eftir at teir báðir síðstu tunlarnir í Kalsoynni nú eisini hava fingið fartelefonsamband ígjøgnum Føroya Tele. Sambandið umvegis Hey er ikki heilt klárt enn í øllum tunlum, men verður liðugt útbygt í heyst.
Tað mest umráðandi er tó, at neyðkallið 112 virkar, óansæð hvønn veitara telefonhaldarin er knýttur at.
Landsverk hevur arbeitt fram ímóti at fáa eina ávísa trygdarútgerð í allar ferðslutunlar í landinum. Fyrst og fremst tá ræður um fartelefonsamband, ið nú er komið allastaðni, men eisini við aðrari trygdarútgerð sum eldsløkkjarum og rýmingarljósum, har ikki annað ljós er. Enn er ikki komið á mál við hesum arbeiðinum, men tað verður arbeitt víðari við tí.
– Innan alla tilbúgving er tað grundleggjandi, at til ber at geva boð frá sær, óansæð hvar ein er staddur, og sostatt eisini úr øllum tunlum. Vit fegnast um, at hetta nú er veruleiki, sigur Jákup N. Olsen, tilbúgvingarsamskipari á Landsverki.
Kelda: landsverk.fo