KUNNING: Telebúðin á flogvøllinum letur upp aftur mikudagin 8. september 2021. Í hesum sambandi verða góð tilboð og gott til góman á skránni.

​​​​​Telebúðin á flogvøllinum lat fyrstu ferð upp 3. juni 2019. Hetta var liður í at veita tænastu til vágafólk og mongu ferðafólkini, ið ferðast um flogvøllin.

15. juni 2020 lat Telebúðin annars aftur orsaka av koronu, men nú er ráðiligt at lata dyrnar upp aftur, og hetta verður 8. september. Í hesum sambandi hevur handilin góð tilboð og bjóðar gott til góman á degnum.

Telebúðin á flogvøllinum hevur opið mánadag til fríggjadag kl. 10 – 17.