Frá mánadegnum 30. mars 2020 letur Telebúðin á flogvøllinum upp aftur og fylgir upplatingartíðunum hjá flogvøllinum:
- Mánadag kl. 9-16
- Mikudag kl. 9-16
- Fríggjadag kl. 9-16
Nú alsamt fleiri arbeiða úr egnum heimi, er eftirspurningurin eftir beinarum, forsterkarum, nýggjum SIM-kortum og øðrum vaksin. Tí gleðir tað okkum, at Telebúðini í Vágum aftur kann veita kundum góðu tænastuna.
Telebúðin fylgir herdu krøvunum, eins og allar aðrar Telebúðir kring landið hava gjørt seinastu tvær vikurnar. Hetta merkir, at tað er gjørligt at ringja og skriva til okkara fyri at fáa hjálp og keypa vørur, sum síðani verða útflýggjaðar í Telebúðini eftir avtalu.
Kundar, ið hava tørv á tøkniligari hjálp ella hava spurningar viðvíkjandi haldum og øðrum, verða vinaliga bidnir um at ringja ella skriva til Supportina og Kundatænastuna.
Kundatænastan:
- Mánadag-hósdag kl. 8-16
- Fríggjadag kl. 8-15:30
- Tel. 808080
- T-post kundi@ft.fo
Supportin:
- Mánadag-fríggjadag kl. 8-20
- Leygardag kl. 10-14
- Tel. 808080
- T-post support@ft.fo
Onnur tíðindi: COVID-19: Avmarkað avgreiðsla í øllum Telebúðunum