Frá mánadegnum 16. mars 2020 og inntil nærri kunning avmarka vit avgreiðsluna í øllum Telebúðunum.
Í hesum tíðarskeiðinum verður tað gjørligt at ringja og skriva til okkara fyri at fáa hjálp og keypa vørur, sum so verða útflýggjaðar í Telebúðunum eftir avtalu. Tað merkir, at handlarnir ikki hava opið sum vanligt.
– Endamálið við herdu tiltøkunum er fyrst og fremst at fyribyrgja, at COVID-19 smittan ikki breiðir seg í samfelagnum, men eisini at verja okkara starvsfólk og mongu kundarnar, ið vitja okkum dagliga, sigur Hans Jákup Langgaard, stjóri á FT Samskifti.
Vøruúrvalið í Telebúðunum er tað sama og dugnaligu starvsfólkini, ið vanliga veita tænastur og vørur í handlunum, gera nú hetta gjøgnum telefon og teldupost. Kundar, ið keypa vørur gjøgnum telefon ella teldupost, fáa útflýggjað vørurnar í einari Telebúð eftir egnum ynski. Telebúðir eru í Havn, Hoyvík, Saltangará, Klaksvík, á Tvøroyri og flogvøllinum.
Sí vøruúrval her.
Soleiðis eru Telebúðirnar í Havn, Hoyvík, Saltangará, Klaksvík og á Tvøroyri at hitta á telefon og telduposti:
- Mánadag-fríggjadag kl. 10-17:30
- Leygardag kl. 10-14 (tó hevur Telebúðin í Havn opið til kl. 16)
- Tel. 303040
- T-post kundi@ft.fo
Soleiðis er Telebúðin á flogvøllinum at hitta á telefon og telduposti:
- Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-16
- Tel. 303040
- T-post kundi@ft.fo
Kundar, ið hava tørv á tøkniligari hjálp ella hava spurningar viðvíkjandi haldum og øðrum, verða vinaliga bidnir um at ringja ella skriva til Supportina og Kundatænastuna.
Kundatænastan:
- Mánadag-hósdag kl. 8-16
- Fríggjadag kl. 8-15:30
- Tel. 808080
- T-post kundi@ft.fo
Supportin:
- Mánadag-fríggjadag kl. 8-20
- Leygardag kl. 10-14
- Tel. 808080
- T-post support@ft.fo
Takk fyri, at tit skilja og eru tolin.