Telebúðir: Í 2019 lat Telebúðin á flogvøllinum upp. Nú trý ár seinni er avgerð tikin um at lata hana aftur.
Avgerðin um at lata Telebúðina á flogvøllinum upp á sumri 2019 var liður í at veita tænastu til nærumhvørvið og mongu ferðafólkini, sum ferðast um Vága Floghavn. Hesi trý árini hava staðfest, at grundarlag ikki er fyri at hava hana opna.
Telebúðin á flogvøllinum letur aftur alt fyri eitt og víst verður til hinar Telebúðirnar og nethandilin her.