Starvsfólk: Símun Skaalum er settur sum stjóri í FT Samskifti.

1. mars 2022 tekur Símun Skaalum við sum stjóri í FT Samskifti. Símun hevur drúgvar royndir í samtakinum. Síðani 2016 hevur hann verið fíggjarstjóri, umframt at hann hevur verið produkt- og marknaðarstjóri, verkætlanarleiðari og fíggjarfrøðingur, síðani hann byrjaði sína starvsleið á Føroya Tele í 2012.

FT Samskifti er kundavenda felagið í samtakinum. Felagið hevur til endamáls at veita einfalt fjarskifti og seta kundan í miðdepilin. Leikluturin hjá Símuni verður sostatt at halda fast í hesum og skipa virksemið í felagnum til gagns fyri kundan.

Stjóraskiftið merkir, at Símun fer úr starvinum sum fíggjarstjóri, og inn til nýggjur fíggjarstjóri er settur, røkir Jan Ziskasen, samtaksstjóri, starvið.

14 umsóknir komu inn til starvið sum stjóri í FT Samskifti. Símun tekur við starvinum eftir Hans Jákupi Langgaard, sum fór í annað starv á heysti í fjør.