5G verkætlanin er ein av íalt seks verkætlanum, sum í harðari kapping við hinar verkætlanirnar hevur vunnið lut í eina pulju á 25 mió. £ frá bretsku stjórnini um at slóða fyri at seta 5G tøkni í verk í Bretlandi.

Verkætlanin leggur dent á at veita 5G tøkni á ein øðrvísi hátt í einum útjaðaraøki, har tað kann vera avbjóðandi at veita nøktandi fartelefonsamband bæði til vinnu og privat. Millum annað verður kannað, hvussu frekvensøkir til fartelefon kunnu nýtast á skynsamari hátt, umframt at IoT-tøkni til landbúnað og laksaaling vera royndarkoyrd og 5G-tøkni verður nýtt til útvarp og sjónvarp.

Luttakarar í verkætlanini eru bæði frá fróðskaparsetrum og vinnuni. Navnframa fyritøkan Cisco hevur evstu ábyrgd av verkætlanini og aðrir luttakarar, umframt SHEFA, eru BBC, Agri-Epi, University of Stratchlyde, Pure Li-FI, Data Vita, CloudNet og Orkney Islands Counsil.

SHEFA er 100% dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og tað er í hesum felagnum, at alt sjókaðalvirksemið hjá Føroya Tele er miðsavnað. Sjókaðalin, sum verður partur av hesi verkætlanini, er SHEFA-2, sum knýtir Føroyar, Hetland, Skotland og Orknoyggjar saman.

Í fyrsta umfari er leikluturin hjá SHEFA at veita kapasitet frá einum datasentri í Glasgow til støðina hjá SHEFA í Ayre of Cara á Orknoyggjum, har SHEFA eisini bjóðar samhýsing av útgerð til verkætlanina.

-Tilknýtið hjá SHEFA til hesa sera spennandi verkætlan er komið í lag við okkara samstarvspartnara CloudNet IT-solutions á Orknoyggjum, og okkara vón er, at hetta samstarvið eisini kann slóða fyri samstarvi við nøkur av hinum feløgunum, ið eru við í verkætlanini, og harumframt møguleikanum at gera 4G/5G installatiónir á Orknoyggjum, sigur Páll Højgaard Vesturbú, stjóri á SHEFA og FT Net.

Hjá Cisco eru tey eisini fegin um verkætlanina og luttøkuna hjá SHEFA. Stephen Speirs, sum er partur av leiðslutoyminum hjá Cisco fyri Advanced Services Product, skrivar á heimasíðuni hjá Cisco, at SHEFA er ein serliga áhugaverdur samstarvspartnari, sum kemur við stórum fjølbroytni, drúgvum royndum og møguleikum fyri víðari nýmenning til felagsskapin.

Nærri kunning um verkætlanina fæst á heimasíðuni hjá bretsku stjórnini og Cisco.