Gjaldið fyri nýtslu av VX-gjaldsterminalum hækkar við 99 krónum uttan mvg. Prísurin verður sostatt 1.780 krónur um árið. Vepp-nýtslugjaldið til V400-gjaldsterminalar hækkar við 80 krónum uttan mvg. Prísurin verður sostatt 1.475 krónur um árið.

Orsøkin til prísbroytingina eru hækkandi prísir frá veitara. Kundar, sum leiga terminalar, vera ikki ávirkaðir av prísbroytingini.