Fríggjadagin var Ólafur Ragnar Grímsson og vitjaði Jan Ziskasen á Føroya Tele. Ólafur er í Føroyum í samband við Arctic Forum ráðstevnuna, ið verður í Norðurlandahúsinum týsdagin og mikudagin í komandi viku.

 

Á vitjanini á Føroya Tele  umrøddu Jan Ziskasen, samtaksstjóri, og Ólafur Ragnar Grímsson, formaður í Arctic Circle, avbjóðingar og møguleikar innan fjarskifti í arktiska økinum. Ólafur var sera hugtikin av, hvussu Føroya Tele hevur ment fjarskifti í Føroyum til at verða millum tey bestu í heiminum, og metti Føroya Tele og Føroyar at vera fyrimyndarlig til íbástur til aðrar tjóðir.

 

Umframt at vera formaður fyri Arctic Circle felagsskapin, er Ólafur Ragnar Grímsson fyrrverandi forseti í Íslandi. Ólafur er saman við Poul Michelsen, Uttanríkis- og vinnumálaráðharra, vertur fyri Arctic Forum ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum í næstu viku. Ráðstevnan er ein økisráðstevna til stóru Arctic Circle ráðstevnuna, sum er í Reykjavík á hvørjum ári.

 

Á Arctic Forum luttaka m.a. politikarar, granskarar, vinnulívsfólk og sendifólk úr øllum heiminum. Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á útvald evnir, ið hava týdning fyri londini í Arktis og økið sum heild. Høvuðsevnini á hesu ráðstevnuni eru nýggir vinnuligir vakstrarmøguleikar, samferðsla og infrakervi, og demografiskar avbjóðingar og møguleikar hjá samfeløgunum í Arktis.

Skráin er umfatandi við fyrilestrum, framløgum og kjaki, og upp móti 100 røðarum. Millum hesar er eisini Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele, ið fer at hava tvær framløgur. Onnur framløgan umrøður talgilding og telesamskifti, og hin er um samstarvið hjá Føroya Tele við kinesiska tøknirisan Huawei.