Vinna: Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan fara týsdagin 14. februar kl. 14 at almannakunngera fyrstu útgávuna av ókeypis CO2-rokniamboði, sum ger tað lættari hjá vinnuni í Føroyum at rokna sítt CO2-útlát.
CO2-roknarin fer at stuðla føroyskum fyritøkum í at rokna og fráboða egið CO2-útlát og fer vónandi at eggja fyritøkum til at fylgja tilmælunum frá granskarum um í fyrsta lagi at seta sær mál fyri at minka um CO2-útlátið og í øðrum lagi at fullføra átøk at røkka hesum málunum.
“Vit eru fegin um samstarvið við Burðardygt Vinnulív um hesa verkætlan, sum fer at eggja vinnulívinum at taka ábyrgd fyri teirra ávirkan á umhvørvið. Í dag yvirtekur Umhvørvisstovan ognarskapin av CO2-roknaranum, sum vit fara at dagføra árliga og hava á heimasíðu okkara tøkan til nýtslu hjá øllum fyritøkum og øðrum”, sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni.
Jan Ziskasen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív, sigur:
“Samstarvið við Umhvørvisstovuna um CO2-roknaran stuðlar undir aðalmálinum at virka fyri einum grønum umskifti í Føroyum. Hetta eru vit errin og vónrík um”.
CO2-roknarin verður tøkur á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni týsdagin.
Á tiltakinum fara Jan Ziskasen og Sigurð í Jákupsstovu at hava orðið, áðrenn Umhvørvisstovan fer at vísa, hvussu CO2-roknarin verður brúktur.
Øll eru vælkomin til tiltakið, sum verður týsdagin tann 14. februar kl. 14.00 í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík.